Dómsnevndin um huldumálið

Dómsnevndin hevur gjørt úrskurð um kæruna um huldumálið í dystinum millum mansliðini hjá Neistanum og VÍF í Burn Deildini, sum var 11. okt.

Aganevndin viðgjørdi málið fyrst, har avgerðin var, at dysturin kundi spælast av nýggjum, um VÍF ynskti hetta. Dysturin endaði við javnleiki og kundi VÍF vinna eitt stig við at spæla dystin umaftur, men kundi eisini risikera at missa eitt stig.

VÍF kærdi avgerðina hjá Aganevndini til Dómsnevndina hjá HSF. Dómsnevndin hevur nú gjørt úrskurð í málinum og niðurstøðan er, at dysturin skal spælast av nýggjum.

Úrskurðurin kann lesast her:
20-1115 VÍF kæra um huldumálið

Featured Video Play Icon

Fríkast – hondbóltsárið 2020/21

23. november 2020

Hvørji lið enda í topp 4? Hvørji lið bresta saman í FM-finalunum? Hvør leikari hevur skarað framúr? Hoyr Julian Johansen og Hjalta Mohr Jacobsen meta um hondbóltsárið higartil.

HM-undankappingin útsett

16. november 2020

HM-undankappingin hjá A-landsliðnum hjá kvinnum, sum skuldi verða 4. – 6. desember í Minsk, í Hvítarusslandi, er útsett. Kappingin er útsett til 19. – 21. mars 2021.

Dómsnevndin um huldumálið

16. november 2020

Dómsnevndin hevur gjørt úrskurð um kæruna um huldumálið í dystinum millum mansliðini hjá Neistanum og VÍF í Burn Deildini, sum var 11. okt.