Danski hópurin móti Føroyum úttikin

Danmark møtir upp við sínum bestu hondbóltsspælarum móti Føroyum.

Danska hondbóltssambandið hevur í dag kunngjørt, hvørjir leikarar eru úttiknir til landsdystin, sum verður í Skjern Arena 27. oktober.

Hondbóltsfjepparar fara av sonnum at síggja stjørnuleikarar. Mikkel Hansen, Hans Lindberg, Rasmus Lauge, Niklas Landin, ja allir eru við.

Hósdagin 11. oktober klokkan 11.00 verður føroyski hópurin almannakunngjørdur.

Danski hópurin:
Málverjar
Niklas Landin, THW Kiel
Jannick Green, SC Magdeburg
Kevin Møller, FC Barcelona

Strikuspælarar
Rene Toft Hansen, Veszprém
Henrik Toft Hansen, PSG Handball
Alexander Lynggaard, Saint-Raphaël Var

Vongspælarar
Casper U. Mortensen, FC Barcelona
Magnus Landin, THW Kiel
Lasse Svan, Flensburg-Handewitt
Hans Lindberg, Füchse Berlin

Bakkspælarar
Mikkel Hansen, PSG Handball
Nikolaj Markussen, Bjerringbro-Silkeborg
Lasse Møller, GOG
Henrik Møllgaard, Aalborg Håndbold
Rasmus Lauge, Flensburg-Handewitt
Mads Mensah, Rhein-Neckar Löwen
Morten Olsen, TSV Hannover-Burgdorf
Niclas Kirkeløkke, GOG
Nikolaj Øris, Bjerringbro-Silkeborg

U-landsliðini venja dúgliga

21. mai 2019

Øll ungdómslandsliðini í hondbólti eru altíð serliga virkin í summarmánaðunum og hetta summarið er einki undantak, tí stórar kappingar liggja fyri framman.

Kvinnulandsliðið úttikið

20. mai 2019

A-landsliðið við kvinnum fer nú undir fyrireikingarnar fram móti EM-undankappingini, ið byrjar í heyst. 

Hondbóltsgentur til Skjern at kappast

13. mai 2019

Í døgunum 16. til 20. mai fer eitt ferðalag við ungum hondbóltsleikarum, føddir í 2004 og yngri, til Skjern í Jútlandi at royna seg.