Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.

Tað var Stjørnan og Team Klaksvík, sum skutu Duritu Thomsen upp. Durita er fyrrverandi leikari í Stjørnuni og hevur seinastu árini verið aktiv í felagsarbeiðinum sum foreldur í feløgunum í Klaksvík. Durita tekur sæti fyri Oyvind Brimnes, sum ikki stillaði uppaftur. Andrea Heindriksdóttir hevur tikið seg úr nevndini og tekur fyrsti varalimur Birgir Kass tískil sæti í Starvsnevndini fyri hana komandi árið.

Gunn Ellefsen, forkvinna, stóð eisini fyri vali, men stillaði eingin upp ímóti henni.

Varalimir vóru valdir Djóni Højgaard og Høgni Vilhelmsen.

HM-lutakast hjá kvinnum

27. juni 2022

Mikudagin kl. 10.00 verður lutakastið til HM-undankappingina hjá kvinnum.

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík. Tað var Stjørnan og Team Klaksvík, sum skutu Duritu Thomsen upp. Durita er fyrrverandi leikari í Stjørnuni og hevur seinastu árini verið aktiv í felagsarbeiðinum sum foreldur í feløgunum í Klaksvík. Durita tekur sæti […]