Dystast um Lionsbikarið

Seinnapartin sunnudagin verður ítróttahøllin í Kollafirði karmur um ársins stórsteypadystir í hondbólti, har tey bestu farna kappingarár hjá kvinnum og monnu kappast um Lionsbikarið.

Fyrri dysturin er klokkan 15 millum kvinnurnar hjá VÍF og Kyndli, ið vóru tey bæði liðini, sum síðsta kappingarár spældu bæði finaluna í steypakappingini og heilar tríggjar finalur um føroyameistaraheitið. Í báðum førum vann VÍF, so nú er eitt høvi hjá Kyndli at svara aftur.

Seinni dysturin verður millum mansliðini hjá H71 og Kyndli. H71 vann føroyameistaraheitið og kom eisini í steypafinaluna, har Kyndil tó var drúgvara felagið og vann. So her verður talan um eina endurtøku av júst steypafinaluni síðsta kappingarár.

Hetta er fimta árið, at spælt verður um Lionsbikarið. Kyndilskvinnur vunnu í fjør og í 2014, og tær eru við fyri fjórðu ferð, meðan VÍF-kvinnurnar, ið taptu við einum máli fyri tveimum árum síðani, eru við fyri aðru ferð. Menninir hjá H71 hava spælt og vunnið síðstu tvær ferðirnar og eru nú við fyri triðju ferð, meðan hetta er aðru ferð, at menninir hjá Kyndli spæla um Lionsbikarið, ið teir vunnu í 2014.

Vælgerandi samstarv
Lions Club Tórshavn skipar fyri dystunum í samstarvi við Hondbóltssambandið, og sum vanligt fer ágóðin av dystunum báðum til vælgerandi endamál. Vanliga er arbeiðsbýtið skipað soleiðis, at Hondbóltssambandið skipar fyri tí praktiska, ið hevur við sjálvan dystin at gera, og so tekur Lions Club Tórshavn sær av tí, sum er rundanum, so sum innkrevjing og annað.

Annars eru reglurnar fyri Lionsbikarið, at spælt verður um tað í tíggju ár, og so fær tað felagið, ið hevur vunnið oftast, bikarið til ognar. Stendur á jøvnum millum tvey ella fleiri feløg eftir hesi tíggu árini, verður spælt, til eitt felag hevur vunnið.

Enn hevur einki felag verið so mikið sannførandi, at tað einsamalt kann fara avstað við Lionsbikarinum, tí hjá kvinnum hava Kyndil og Neistin vunnið hvør sínar tvær ferðir, og hjá monnum hevur H71 vunnið tríggjar ferðir og Neistin og Kyndil hvør sína ferð.

Føroyar endaðu á fimta plássi

21. juli 2019

Við sigri á Makedonia í dag, vunnu Føroyar sær fimta plássið fyri U19-landslið hjá kvinnum í EM-kappingini, sum hevur verið hildin í Litava seinastu dagarnar. 

Føroyar vunnu greitt á Georgia

20. juli 2019

Føroysku U19-kvinnurnar skulu spæla um fimta plássið í EM-kappingini í Litava. Tað gjørdist greitt, eftir at Føroyar vunnu sannførandi á Georgia í dag. Úrslitið var 31-21. 

Føroyar vunnu á Kosovo

18. juli 2019

U19-landsliðið við kvinnum vann seinnapartin ein tepran sigur á Kosovo. Úrslitið var 23-22.