EB vil upp í bestu deildina

Hondbóltsfelagið hjá Eiðis Bóltfelag, EB, hevur sett sær greið mál. Felagið skal verða umboðað í bestu deildini um nøkur ár. 

Stór framgongd er farin fram í EB. Bæði limatal og tal av liðum er hækkað meira enn hundra prosent upp á tíggju ár. Í dag eru 11 lið í EB, umframt U6 og U8, samanborið við fimm lið í 2008.

Lea Lisberg og Sára Jacobsen, sum ganga í 9. flokki í Skúlanum við Streymin, og sum báðar spæla við G16 hjá EB, hava seinastu tvær vikurnar verið í starvsvenjing í HSF. Tær hava millum annað gjørt samrøðu við forkvinnuna í EB, venjara og við leikarar um framgongdina og framtíðarmálini hjá EB.

Hygg eftir innslagnum her ella omanfyri.

 

Fysioterapi skeið

12. apríl 2024

Mikudagin og hósdagin 15. og 16. mai verður aftur skeið í fysioterapi við Anju Greve. Anja er viðurkendur og eftirspurdur fysioterapeut, sum eisini er knýtt at danska manslandsliðnum í hondbólti.

FØROYAR AFTUR TIL EM

7. apríl 2024

Tað eydnaðist! Kvinnulandsliðið vann seg til EM-endaspælið! Hóast ein misjavnan dyst móti Íslandi í dag, har Føroyar taptu 24-20, so kann tað helst sigast at tað var góða avrikið móti Svøríki mikudagin, sum tryggjaði Føroyum eina góða málúrtøku og harvið EM-plássið, sum ein av bestu trýarunum. Ásvellir høllin í Hafnafirði var nærum fullsett til dystin […]

Skeið í styrkivenjing

5. apríl 2024

Mánadagin 15. apríl verður skeið í styrkivenjing. Talan er um skeið, sum HSF skipar fyri í samstarvi við Styrkisamband Føroya.