EHF váttar: Landsdysturin útsettur

Kekkiska ferðalagið varð kannað fyri koronu við komu á flogvøllin seinnapartin í gjár, og vísti tað seg seint í gjárskvøldi, at átta í ferðalagnum eru smittað av koronu.

Hondbóltssambandið hevur í sambandi við landsdystir sera strangar reglur, sum skulu haldast. Síðani kekkiska ferðalagið kom til Føroyar seinnapartin í gjár, hevur tað verið í einari sokallaðari bløðru og tí hava tey ikki verið í sambandi við onnur. Kekkararnir komu til Føroyar í leiguflogfari og fara somuleiðis heim aftur við leiguflogfari.

EHF, Europeiska hondbóltssambandið, hevur krøv um, at landsliðshópar verða kannaðir við jøvnum millumbilum í sambandi við altjóða dystir. Soleiðis var eisini í hesum førinum. Kekkiski landsliðshópurin er kannaður fleiri ferðir, eisini áðrenn komu til Føroyar í gjár.

Mánadagin 4. januar, dagin fyri, at ferðalagið kom til Føroya, vóru øll, sum komu til Føroyar testað negativ. Í gjár, 5. januar, vísti tað seg, at átta teirra vórðu testað positiv. Hetta merkir, at ongin landsdystur verður spældur í kvøld.

EHF hevur í samráð føroysku heilsumyndugleikunum gjørt av, at landsdysturin verður avlýstur. EHF kemur seinni í dag at taka støðu til, hvussu verður við seinna landsdystinum, sum eftir ætlan skuldi verða leygardagin 9. januar í Pilzen.

Kekkiska ferðalagið fer av landinum aftur tíðliga seinnapartin í dag.

European Cup hondbóltur í Vestmanna

29. november 2023

Komandi vikuskiftið verða tveir spennandi European Cup dystir í Vestmanna, tá mansliðið hjá VÍF fær vitjan av SSV Brixen úr Italia.

Byggja víðari saman við Búsetri

27. november 2023

Hondbóltssambandið og byggivirkið Búsetur hava longt sponsorsamstarvið, har fyritøkan verður verandi ein av sjónligu stuðlunum hjá HSF fram til 2026.

U20-kvinnur: Tepurt tap fyri vertunum

25. november 2023

Talan gjørdist eisini um tap í fjórða og seinasta HM-undankappingardystinum hjá føroysku U20-kvinnunum. Føroyar taptu 30-28 fyri vertunum úr Serbia, eftir at hálvleiksstøðan var 17-13 til Serbia.