EHF viðvíkjandi landsliðsvirksemi

EHF er í dag komið við fráboðan, í mun til koronakreppuna, viðvíkjandi landsliðsvirksemi komandi tíðina. Hetta ávirkar fleiri av føroysku landsliðunum.

EM-undankappingin hjá kvinnum er avlýst og verður sostatt ikki spæld liðug.  Luttøkan til EM20-endaspælið í Noreg og Danmark verður nú grundað á úrslitini í EM 2018. Talan er tó um somu liðini, sum liggja ovast í undankappingini higartil, sum er komin í helvt.

European Open fyri U16-gentur er avlýst og verður ikki leikt. EM-kappingarnar hjá U18- og U20 monnum, sum skuldu spælast í august eru fyribils útsettar. EHF miðar eftir at fáa kappingarnar leiktar í januar 2021, men er hetta ikki váttað enn.

European Cup hondbóltur í Vestmanna

29. november 2023

Komandi vikuskiftið verða tveir spennandi European Cup dystir í Vestmanna, tá mansliðið hjá VÍF fær vitjan av SSV Brixen úr Italia.

Byggja víðari saman við Búsetri

27. november 2023

Hondbóltssambandið og byggivirkið Búsetur hava longt sponsorsamstarvið, har fyritøkan verður verandi ein av sjónligu stuðlunum hjá HSF fram til 2026.

U20-kvinnur: Tepurt tap fyri vertunum

25. november 2023

Talan gjørdist eisini um tap í fjórða og seinasta HM-undankappingardystinum hjá føroysku U20-kvinnunum. Føroyar taptu 30-28 fyri vertunum úr Serbia, eftir at hálvleiksstøðan var 17-13 til Serbia.