Ein flottur sigur til Føroyar

U20 landsliðið við monnum spældi seg í hálvfinaluna í EM-kappingini í Makedonia, tá teir vunnu á Hvítarusslandi seinnapartin. Føroyar vunnu 29-22. 

Tað var eitt taktiskt meistaraverk av venjaratoyminum, Mark Laursen-Marcher og Hjalmari Klein Olsen, og ídnum og væluppløgdum spælarum, ið førdi til ein tryggan sigur á Hvítarusslandi, ið annars var stórfavorittur undan dystinum.

Føroyar spældu allan dystin á tamb við sjey monnum í álopinum og tað vísti seg at rigga avbera væl. Tempoið varð tikið úr dystinum, samstundis sum føroysku leikararnir fingu loyst verjuna hjá hvítarussum.

Við góðum liðavriki, einum vælleikandi Hørði Trygvasyni í málinum, einum brandi av Brandi Halgirssyni í verjuni og einum flúgvandi Vilhelmi Poulsen í álopinum, serliga í seinna hálvleiki, hava Føroyar vunnið seg í hálvfinaluna.

Dysturin í dag er uttan iva tann best spældi dysturin hjá U20 landsliðum í EM-kappingini.

Tað er ikki greitt enn, hvørjum hálvfinalan verður ímóti, men líkt er til, at hon verður móti verttjóðini, Makedonia.

Málskjúttar:
Vilhelm Poulsen 10
Høgni Zachariassen 6
Brandur Halgirsson 4
Niklas Hanusarson 3
Tróndur Wardum 3
Hallur Arason 1
Leivur Mortensen 1
Djóni Jansson Petersen 1

 

Nýggir landsliðsvenjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum

22. september 2022

Kristinn Guðmundsson og Mark Lausen-Marcher eru settir í starv sum venjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum. Her er talan um dreingir føddir í 2006 og 2007.

Intersport Night Cup 2022

21. september 2022

Nýtið heystfrítíðina aktivt – VÍF bjóðar aftur í ár øllum hondbóltstáhugaðum at luttaka í  ársins Intersport Night Cup. Kappingin verður fyri U10, U12 og U14 gentur og dreingir.

A-landsliðið hjá monnum úttikið

20. september 2022

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Porskær Møller, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undandystirnar móti Ukraina og Eysturríki, sum verða ávikavist 12. og 16. oktober.