A-landsliðið hjá kvinnum spældi sín seinna EM-undankappingardyst móti Makedonia í kvøld. Dysturin varð spældur í makedonska høvuðsstaðnum, Skojpe.
Talan var um ein betur spældan dyst enn mikukvøldið, tá londini hittust í Høllini á Hálsi. Serliga gekst betur við málskjótingini.
Í fyrra hálvleiki var Makedonia greitt omaná og tá farið var til hálvleiks var støðan 14-8 til heimaliðið. Í seinna hálvleiki kom glið á álopsspælið hjá Føroyum og verjan stóð stinnari. Føroysku kvinnurnar stríddust væl og vóru ein støðug hóttan. Tó var munurin ov stórur at fáa innaftur og Makedonia vann 28-24.
A-landsliðið sum fór til Makedonia var nakað øðrvísi enn liðið, ið spældi í Føroyum. Bára Krossteig Hansen var ikki við og somuleiðis Marianna Geirsdóttir Eystberg og Tóra Eliasen, sum skuldu spæla við U20-landsliðnum. Ístaðin var Liljan Djurhuus við, sum ikki var við mikukvøldið vegna ein skaða í hondini.
Føroysku málskjúttarnir:
Kristianna H. Joensen 5
Liljan Djurhuus 5
Durita Christophersen Jojic 5
Eir Berg 3
Daniella Joensen 2
Turið Arge Samuelsen 2
Agnas Olsen 1
Bjarta O. Johansen 1
Føroyar hava tveir dystir eftir í EM-undankappingini, sum er móti Svøríki á útivølli og Serbia á heimavølli. Teir dystirnir eru 29. mai og 2. juni.