Ein munagóð leikaramenning

Triðja umfar av leikaramenningini hjá HSF – LM3  – hevur verið kring landið seinastu tveir leygardagarnar.

Leygardagin 2. desember vóru U15 dreingir í Vestmanna, U13 dreingir á Eiði, meðan bæði U15 og U13 hjá gentum vóru í Vági. Hetta var samstundis fyrstu ferð, at leikaramenning hevur verið í Vági.

Leygardagin 9. desember vóru U12 hjá gentum og dreingum til leikaramenning á Giljanesi.

– Venjingarnar gingu væl og vit kunnu ásanna, at tað eru nøkur hugaði og evnarík børn, sum eru til venjingarnar, sigur Hallur Danielsen, sum starvast hjá HSF, við leikaramenningini burturav.

Hann sigur, at dagurin í Vági við U15 og U13 gentum var serligur. Farið var av Havnini kl. 07:00 og aftur kl 20:30, so dagurin var væl longri, enn ein leikaramenning vanliga fevnir um.

– Umframt at báðir bólkarnir høvdu tvær hallarvenjingar hvør, var eisini annað spennandi á skránni. Yngru genturnar byrjaðu dagin við eini spurnarkapping og høvdu eina skaðafyribyrgjandi venjing.  Eldru genturnar vóru til fyrilestur um ítróttaskúlan í Vági og eisini hevði Dia Midjord, sum júst er settur sum landsliðsvenjari hjá U16, hevði eina framløgu um, hvat hann leggur áherðslu á og hvussu  hann ætlar at skipa landsliðsarbeiðið. Dagurin endaði í Pálshøll, har genturnar sluppu at royna góðu umstøðurnar, greiðir ein væl nøgdur Hallur Danielsen frá.

Næsta umfar av leikaramenningini – LM4 – verður leygardagin 27. januar og 3. februar.

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.