Einar og Magni skulu venja U04 kvinnur

HSF hevur gjørt eina tvey ára avtalu við Einar Jónsson, um at gerast landsliðsvenjari fyri U04 kvinnur. Magni Thomsen verður hjálparvenjari.

Einar Jónsson er íslendingur við drúgvum royndum úr bestu íslendsku deildini og skal eisin standa á odda fyri bestu liðunum hjá H71 komandi kappingarár. Magni Thomsen hevur í fleiri ár verið ungdómsvenjari í StÍF.

Í næstum verður ein bruttohópur innkallaður til venjing. Arbeitt verður við einum landsliðsbólki og einum menningarbólki. Tilsamans vera eini 35 – 40 leikarar við.

Í samband við fyrstu venjingarnar, sum vera 31, aug og 1. sep, verður eisini ein foreldrafundur, har ætlanirnar fyri bólkin verða lagdar fram.

Fyrsta uppávan verður European Open í Gøteborg í Svøríki á sumri 2020.

European Cup hondbóltur í Vestmanna

29. november 2023

Komandi vikuskiftið verða tveir spennandi European Cup dystir í Vestmanna, tá mansliðið hjá VÍF fær vitjan av SSV Brixen úr Italia.

Byggja víðari saman við Búsetri

27. november 2023

Hondbóltssambandið og byggivirkið Búsetur hava longt sponsorsamstarvið, har fyritøkan verður verandi ein av sjónligu stuðlunum hjá HSF fram til 2026.

U20-kvinnur: Tepurt tap fyri vertunum

25. november 2023

Talan gjørdist eisini um tap í fjórða og seinasta HM-undankappingardystinum hjá føroysku U20-kvinnunum. Føroyar taptu 30-28 fyri vertunum úr Serbia, eftir at hálvleiksstøðan var 17-13 til Serbia.