Eitt ár eldri og eitt ár betri

H71 royndi seg í bestu kvinnudeildini á fyrsta sinni í fjør. Tað varð ikki væntað tað stóra av teimum, tí spælararnir høvdu at kalla ongar royndir millum tær bestu. Tær vóru eisini allar yngri enn 20 ár. H71 beit kortini frá sær og skavaðu 15 stig saman. Tað rakk til eitt sætta pláss.

Nú eru hoyvíkskvinnur eitt ár royndari og eitt ár eldri – men framvegis ungar. Spælararnir eru millum 16 og 21 ár.

– Vit eru nøgdar við okkara avrik í fjør. Farna kappingarár var eitt menningarár og tað verður hetta kappingarárið eisini. Vit halda sjálvar, at hópurin er meira búgvin, so vónandi fer tað at eydnast okkum at vinna nøkur stig afturat í ár, sigur 18 ára gamla Maria Halsdóttir Weyhe. Hon varð toppskjútti í bestu deildini farna kappingarár við 185 málum.

Nakrar teirra, sum vóru við í fjør, eru fluttar til Danmarkar í lestrarørindum. Onkur er eisini farin at fjakka.

Ein spælari, sum helst fer at gera mun í ár, er Marita Mortensen, sum seinasta árið hevur spælt ungdómshondbólt við danska FIF.

– Eg vil meta, at vit eru eitt vet betur fyri í ár, samanborið við í fjør. Vit hava einki plaseringsmál, tí tað týdningarmiklasta fyri okkum er framvegis menningin. Vit fara at gera okkara besta og ætla at gera tað betur enn í fjør, sigur Maria Halsdóttir Weyhe.

European Cup hondbóltur í Vestmanna

29. november 2023

Komandi vikuskiftið verða tveir spennandi European Cup dystir í Vestmanna, tá mansliðið hjá VÍF fær vitjan av SSV Brixen úr Italia.

Byggja víðari saman við Búsetri

27. november 2023

Hondbóltssambandið og byggivirkið Búsetur hava longt sponsorsamstarvið, har fyritøkan verður verandi ein av sjónligu stuðlunum hjá HSF fram til 2026.

U20-kvinnur: Tepurt tap fyri vertunum

25. november 2023

Talan gjørdist eisini um tap í fjórða og seinasta HM-undankappingardystinum hjá føroysku U20-kvinnunum. Føroyar taptu 30-28 fyri vertunum úr Serbia, eftir at hálvleiksstøðan var 17-13 til Serbia.