Stríddust væl

Føroyska U20-landsliðið hjá kvinnum tapti 28-24 móti Slovenia í kvøld. Hetta var fyrsti dystur í HM-undankapping, sum Føroyar eru vertir fyri í Hoyvíkshøllini um vikuskiftið.

Føroyar fingu eina heldur laka byrjan og komu afturum 3-0. Venjaratoymið tók time out longu eftir fimm minuttir og tað vísti seg at rigga. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki høvdu Føroyar togað seg upp á javnleik 8-8. Føroysku genturnar stríddust væl, men tó var Slovenia omaná. Tá farið var til hálvleiks var støðan 16-13.

Føroyar byrjaðu eisini illa í seinna hálvleiki og komu afturum 18-13, men tóku so dik á seg og vunnu seg til ein tveymálsmun. Tættari enn hetta komu føroyingarnir tó ikki. Dysturin endaði 28-24 til Slovenia.

Í morgin hittast Slovenia og Turkaland í Hoyvíkshøllini og sunnudagin skulu Føroyar royna seg móti Turkalandi.

Elias var besti spæliskipari

19. august 2018

Elias á Skipagøtu varð valdur besti spæliskiparin undir EM-kappingini fyri U18-landslið, sum hevur verið í Tbilisi í Georgia seinastu tíggju dagarnar.

Føroyar vundu burtur úr Luksemburg

19. august 2018

Føroyska U18-landsliðið við monnum vann sannførandi, tá teir spældu sín seinasta dyst í EM-kappingini í Georgia fyrrapartin. Dysturin var móti Luksemburg um fimta plássið.

Vunnu eftir brotskastkapping

18. august 2018

Tað skuldi brotskastkapping til fyri at avgerða dagsins EM-dyst millum U18-landsliðini hjá Føroyum og Georgia.