EM-undandysturin hjá monnum verður í Føroyum

EHF hevur í morgun boðað Hondbóltssambandinum frá, at orsakað av korona-støðuni í Danmark, og teimum krøvunum, sum EHF setur til fyriskipanina av dystum í løtuni, kann EM-undandysturin millum Føroyar og Kekkia, sum upprunaliga skulda spælast í Aarhus, mikudagin, 4. november, spælast í Føroyum.

Eftirsum at tað ikki eru umstøður í Føroyum til at hýsa A-landsdystum hjá monnum í EM-undankappingini var annars ætlanin, at dysturin skuldi spælast í Aarhus sama dag, sum dysturin millum Danmark – Sveis. Men eftir at korona-tølini í Danmark hava gingið skeiva vegin, og EHF hevur hert krøvini til smittufyribyrging í sambandi við tílíkar dystir, hava HSF, DHF, og EHF umrøtt støðuna saman. Niðurstøðan var, at EHF undir hesum heilt serligu umstøðunum er sinnað at síggja burtur frá hallarkrøvunum og lata Føroyum eitt undantaksloyvi at hýsa dystinum heima í Føroyum.

EM-undandysturin verður sostatt leygardagin 7. november kl. 18.30 í Høllini á Hálsi.

Ársins 2020-21

10. mai 2021

Leygardagin var ársins gallaveitsla í hondbólti og vóru eisini ársins avrik heiðraði.

Aðalfundur 2021

8. mai 2021

Hondbóltssambandið boðar við hesum frá, at árligi aðalfundurin verður leygardagin 5. juni klokkan 13.00 í kantinuni í Hoyvíkshøllini.

Føroyar 2 mál frá EM-plássi

4. mai 2021

Nú EM22-undankappingin er liðug, er greitt, at tað bert restaðu 2 mál í at Føroyar vann seg til EM. Hevði Føroyar vunnið heimadystin móti Ukraina, sum Føroyar taptu 25-26, so hevði Føroyar vunnið seg til EM.