Enn eitt tepurt tap fyri ukrainum

Tað eydnaðist heldur ikki í sættu royndini at koppa ukrainum. Spenningurin helt sær til einir 8-10 minuttir vóru eftir, tá Ukraina rann frá okkara. Føroyar taptu útidystin í kvøld 29-25 í týska býnum Aschaffenburg. Hálvleiksstøðan var 18-14.

Føroyska liðið byrjaði dystin væl og vóru okkara fyri tað mesta omaná við einum, tveimum málum fyrstu 10 minuttirnar. Tað var serliga Tróndur Mikkelsen, sum var vandamikil á vinstra bakki og skjeyt hann fyrstu trý málini hjá Føroyum. Verjan stóð væl saman við Paula Jacobsen í málinum. Eftir 11 minuttir vóru tað ukrainar, sum fóru fram um 6-5, og var hetta eftir eina løtu við heldur nógvum føroyskum villum. Eftir hetta vóru tað ukrainar, sum hildu leiðsluna og øktu teir spakuliga. Føroyska liðið serliga hevði ilt við at fáa fatur á ukrainsku innspælingunum til strikuna.

Føroyar tóku time-out eftir 18 minuttir, aftanfyri 11-8. Hetta munaði tó lítið og økti Ukraina til 17-11, áðrenn okkara svaraðu aftur. 17-ára gamli Óli Mittún kom inn eftir 25 minuttir og gjørdi hann beinanvegin mun við tveimum málum og einum assist og minkaði munurin til 18-14, sum var hálvleiksstøðan.

Føroyska liðið kom væl út til seinna hálvleik. Álopsspælið við brøðurnum Mittún, Paula og Óla riggaði væl við ferðmiklum duellspælið. Okkara komu ferð eftir ferð til góðar málmøguleikar, men vantaði neyvleikin til tíðir í skotunum. Ukrainski málverjin var eirindaleysur tá okkara tóku heldur stórar kjansir og stóð hann sera væl í seinna hálvleiki. Pauli Jacobsen kom innaftur í føroyska málið í seinna hálvleiki og gjørdi mun við fleiri bjargingum. Munurin var leingi bert 1-2 mál, men vóru okkara ikki nóg neyvir seinastu 10 minuttirnar og runnu ukrainar frá okkara og vunnu 29-25.

Í morgin kl. 17.00 møta Eysturríki Rumenia í hinum dystinum í bólkinum. Føroyar møta Eysturríki komandi sunnudag kl. 18.00 í Høllini á Hálsi. Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo

Málskjúttar hjá Føroyum:
Tróndur Mikkelsen 5
Vilhelm Poulsen 4
Rói Berg Hansen 3
Pauli Mittún 3
Óli Mittún 3
Hákun West av Teigum 3 (1)
Teis Horn Rasmussen 2
Kjartan Johansen 1
Helgi Hildarson Hoydal 1

Málverjar:
Pauli Jacobsen 10 bjargingar
Nicholas Satchwell 1 bjarging

Dystargongdin:

UKR-FAR
5 min 2-2
10 min 4-5
15 min 9-8
20 min 12-8
25 min 16-11
30 min 18-14
35 min 19-16
40 min 20-19
45 min 21-20
50 min 22-21
55 min 25-21
60 min 29-25

HSF longt við U04-venjarar

23. november 2022

HSF hevur longt sáttmálarnar við verandi venjarar hjá U04-manslandsliðnum, Hjalta Mohr Jacobsen og Djóna Gaard Joensen.

Stjóri settur í HSF

17. november 2022

Hans Jón Thomsen er settur sum stjóri í Hondbóltssambandi Føroya. Talan er um eitt nýtt starv, sum í sambandi við økta virksemi skal styrkja um umsiting og leiðslu í sambandinum.

Leikaramenning 2022-23

15. november 2022

Seinastu tvey vikuskiftini hava 250 gentur og dreingir verið til leikaramenngin hjá HSF. Talan eru um leikarar føddir í 2008, 2009 og 2010. Samlingarnar hava verið í Havn og Klaksvík.