European Open søguliga

Í kvøld kl. 19.30 skulu føroysku U17-menninir spæla finalu í European Open í Gøteborg. Kappingin hevur koyrt síðani 2005, men hevur Føroyar luttikið síðani 2013. Kappingin er annaðhvørt ár fyri kvinnu- og manslið.

Hetta er sostatt fjórðu ferð vit luttaka við mansliði, meðan vit hava luttikið tríggjar ferðir við kvinnuliði. Kappingin var broytt í 2017 frá at verða fyri U19-lið til at vera fyri U17-lið á dreingjasíðuni og á gentusíðuni til frá at verða fyri U18-lið til at vera fyri U16-lið.

Okkara menn hava staðið seg soleiðis í kappingini:
2013: U19-menn nr. 16 av 22 liðum.
2015: U19-menn nr. 13 av 16 liðum.
2017: U17-menn nr. 16 av 16 liðum.

Kvinnurnar hava staðið seg soleiðis í kappingini:
2014: U18-kvinnur nr. 16 av 18 liðum.
2016: U18-kvinnur nr. 14 av 18 liðum.
2018: U16-kvinnur nr. 16 av 20 liðum.

Finalurnar undanfarnu árini á mansíðuni hava sæð soleiðis út:
2005: U19-menn Týskland – Russland 30-28
2007: U19-menn Svøríki – Slovenia 33-23
2009: U19-menn Slovenia – Portugal 29-28
2011: U19-menn Svøríki – Kekkia 41-25
2013: U19-menn Svøríki – Rumenia 31-22
2015: U19-menn Ísland – Svøríki 31-29
2017: U17-menn Svøríki – Eysturríki 34-22

Føroyar endaðu á fimta plássi

21. juli 2019

Við sigri á Makedonia í dag, vunnu Føroyar sær fimta plássið fyri U19-landslið hjá kvinnum í EM-kappingini, sum hevur verið hildin í Litava seinastu dagarnar. 

Føroyar vunnu greitt á Georgia

20. juli 2019

Føroysku U19-kvinnurnar skulu spæla um fimta plássið í EM-kappingini í Litava. Tað gjørdist greitt, eftir at Føroyar vunnu sannførandi á Georgia í dag. Úrslitið var 31-21. 

Føroyar vunnu á Kosovo

18. juli 2019

U19-landsliðið við kvinnum vann seinnapartin ein tepran sigur á Kosovo. Úrslitið var 23-22.