Faxe Kondi finalan hjá kvinnum leygardagin kl. 18.00

Komandi leygardag, 19. mars kl. 18.00, verður Faxe Kondi finalan hjá kvinnum millum Kyndil og H71.

Finalan verður væl dekkað av fjølmiðlunum við sjónvarpi, útvarpi, stroyming og tekstafrásøgnum. Kringvarpið sendir finaluna beinleiðis í sjónvarpinum og fer FM1 eisin at útvarpa dystin. Hartil verða skrivandi fjølmiðlarnir eisini á staðnum við tekstafrásøgn og videobrotum.

Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo.

Undan Faxe Kondi finaluni verður finalan í niðara bólki í FM-endaspælinum hjá kvinnum leikt. Hendan byrjar kl. 15.30 og verður millum vinnararnar av dystunum fríggjakvøldið millum StÍF og H71 2 og VB og EB.

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.

U18-kvinnur: HM-liðið er úttikið

14. juni 2022

Venjararnir Simon Olsen og Christoffur Gert Nielsen hava úttikið 16 leikarar til U18 HM-endaspælið í Norðurmakedonia.