Faxe Kondi heldur áfram sum steypastuðul

Hondbóltssamband Føroya og Faxe Kondi hava longt samstarvið um steypakappingina fyri kappingarárini 2020/21 og 2021/22. Tað er P/F Poul Michelsen, sum umboðar Faxe Kondi í Føroyum.

– Steypakappingin í hondbólti er eitt av heilt stóru tiltøkunum í føroyskum ítrótti. Tað hevur verið ein fragd at verið við til at ment karmarnar kring kappingina og serliga finalutiltakið seinastu árini. At tiltakið fevnir breitt, fyri ungar og tilkomnar leikarar, fyri børn, vinir, foreldur, ommur og abbar á áskoðaraplássunum, saman við stóra fjølmiðlaáhuganum, ger tiltakið áhugavert fyri okkum, sigur Gunnar Mohr, stjóri í P/f Poul Michelsen.

Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, fegnast um longdu stuðulsavtaluna.

– Vit eru ógvuliga fegin um, at góða samstarvið við Faxe Kondi heldur fram, sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF. Steypakappingin, serliga finaluvikuskifti, er nakað heilt serligt í føroyskum hondbóltshjørtum, har stór sum smá úr øllum landinum savnast í Høllini á Hálsi til tað besta føroyskur hondbóltur hevur at bjóðað. Góða samstarvið við kappingarstuðulin, Faxe Kondi, hevur havt stóran týdning fyri at tiltakið hevur eydnast so væl seinastu árini.

Faxe Kondi hevur verið steypastuðul hjá hondbóltinum síðan 2015.

Fráboðan í smb. við korona

6. august 2020

Hondbóltssambandið fylgir korona-støðuni neyvt, nú smitta aftur er staðfest í samfelagnum. Vit vilja í fyrstu atløgu heita á feløgini um at steðga allari felags innandura venjing til týsdagin 11. august, tá vit vónandi kenna støðuna betri.

Ísland vann báðar seinnu dystirnar

3. august 2020

Ísland vann bæði U16- og U18-kvinnulandystin, sum vóru í Høllini á Hálsi í dag.

Vunnu hvør sín dyst

1. august 2020

Um vikuskifti eru ungdómslandsdystir millum Føroyar og Ísland í Høllini á Hálsi. Talan er um U16- og U18-kvinnulandsliðini, sum spæla vinadystir.