Faxe Kondi heldur fram sum steypastuðul

Hondbóltssamband Føroya og Faxe Kondi hava gjørt nýggja stuðulsavtalu.

– Steypakappingin í hondbólti er vorðin tað heilt stóra í føroyskum ítrótti, sum savnar fleiri túsund hondbóltsglaðar føroyingar. Menningin í føroyskum hondbólti hevur verið stór, og vit vilja fegin gera okkara til, at karmarnir eru so góðir sum gjørligt, fyri bæði stór sum smá, sigur Gunnar Mohr, stjóri í P/f Poul Michelsen, ið er umboð hjá Faxe Kondi í Føroyum.

Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, fegnast um longdu stuðulsavtaluna.

– Virksemið hjá HSF er økt nógv seinastu fáu árini, bæði í heimligu kappingini og í landsliðshøpi, og tí krevst størri fígging og harvið fleiri stuðlar. Vit eru ógvuliga fegin um, at góða samstarvið við Faxe Kondi heldur fram, sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF.

Nýggja stuðulsavtalan er galdandi kappingarárini 2018/19 og 2019/20. Faxe Kondi hevur verið steypastuðul hjá hondbóltinum síðan 2015.

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.