Felagsskapurin í miðdepulin

Í døgunum 8. – 17. november vitjar ÍSF kring landið við spennandi framløgum fyri nevndarlimir, sjálvboðin, venjarar, íðkarar, foreldur og onnur áhugað.

Heitið fyri kvøldini er: »Kynstrið at skapa breiðar felagsskapir fyri børnini, breiddina og framtíðar úrvalsíðkarar«

ÍSF greiðir soleiðis frá:

Vit vóna, at umboð fyri sambond og feløg í nærumhvørvinum koma til hendan fundin, og vit hava eisini boðið umboðum frá kommununum. 

Vit fara greiða frá nýggju ætlanini hjá ÍSF, sum ítróttargreinar í Føroyum herfyri samdust um at arbeiða fram ímóti. 

Henda ætlan skal vera eitt amboð hjá okkum øllum at samstarva um, at geva so nógvum borgarum gleðina av at vera virkin í einum ítróttafelag.

Við skiftandi gestarøðarum m.a. Lene Terp, venjari hjá A-landsliðnum hjá kvinnum, Mark Laursen-Marcher, ítróttastjóri hjá HSF, Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur, Heri Ziska, venjari, Øssur D. Eiriksfoss, úrvalsíðkari, og Guðmundi Joensen, stovnara av Ítróttarháskúlanum, ferðast vit soleiðis. 

Tiltøkini eru frá kl. 19.00 – 21.00: 

•            8. november – Eysturoy (Løkshøll): Mark Laursen-Marcher

•            9. november – Klaksvík (Skúlin á Skúlatrøð): Annika Helgadóttir Davidsen

•            10. november – Norðurstreymoy (Skúlin við Streymin): Heri Ziska

•            14. november – Vágar (Skúlin á Giljanesi): Lene Terp

•            15. november – Sandoy (Skúlin á Sandi): Guðmundur Joensen

•            16. november – Suðurstreymoy (Aulan í Finsen): Lene Terp

•            17. november – Suðuroy (Skúlin í Trongisvági): Øssur D. Eiriksfoss

Góði felagsskapurin er reyði tráðurin í felags ætlanini. Og millum høvuðsmálini er, at vit skulu virða gleðina við at íðka ítrótt eins høgt og siðursgleðina, og at børn skulu kunna vera virkin í fleiri ítróttagreinum í senn. 

Vit fara at tosa um:
– Hvussu kunnu vit í felag tryggja góða felagsskapin?
– Hvussu kunnu vit halda sjálvbodnum til felagsskapin?
– Hvussu kunnu vit skapa eitt mennandi venjingarumhvørvi fyri øll – bæði breidd og framtíðar úrvalsíðkarar?

Her kunnu tit lesa nýggju ætlanina Í felag fram ímóti felags málum – Ítróttasamband Føroya (isf.fo)

Øll eru vælkomin – Sjálvboðin, nevndarlimir, venjarar, starvsfólk og onnur áhugað.

Um gestarøðararnar, sum fara at skiftast ímillum kvøldini:

  1. LENE TERP, kvinnulandsliðsvenjari og mennari hjá FSF: “Venjaraleikluturin skal raðfestast, um vit vilja tryggja eitt mennandi venjingarumhvørvi – bæði fyri breidd og úrval”.
  2. MARK LAURSEN-MARCHER, ítróttastjóri HSF: “Góða venjingarumhvørvið og týdningurin av at venja fleiri ítróttagreinar”
  3. ANNIKA HELGADÓTTIR DAVIDSEN, sálarfrøðingur: “Ung, trýst og úrslit, soleiðis sum børn og ung uppliva tað”.
  4. HERI ZISKA, venjari og granskari: “Nær skal eg velja? – hvat sigur nýggjasta granskingin um týdningin av at venja fleiri ítróttagreinar?”.
  5. GUÐMUNDUR JOENSEN, sum stovnaði Ítróttaháskúlan: Um børn og rørslugleði”
  6. ØSSUR DEBES EIRIKSFOSS, úrvalsíðkari og bachlor í ítrótti “Sjónarhornið hjá einum íðkara”   

HSF longt við U04-venjarar

23. november 2022

HSF hevur longt sáttmálarnar við verandi venjarar hjá U04-manslandsliðnum, Hjalta Mohr Jacobsen og Djóna Gaard Joensen.

Stjóri settur í HSF

17. november 2022

Hans Jón Thomsen er settur sum stjóri í Hondbóltssambandi Føroya. Talan er um eitt nýtt starv, sum í sambandi við økta virksemi skal styrkja um umsiting og leiðslu í sambandinum.

Leikaramenning 2022-23

15. november 2022

Seinastu tvey vikuskiftini hava 250 gentur og dreingir verið til leikaramenngin hjá HSF. Talan eru um leikarar føddir í 2008, 2009 og 2010. Samlingarnar hava verið í Havn og Klaksvík.