Ferðafrásøgn úr Kiev

Vodka ella kaffi? Soleiðis byrjaði morgunin hjá onkrum okkara í Kiev. 

Kaffimuðurin var meira freistandi, men maðurin frá ukrainska hondbóltssambandinum fekk sær snaps og eitt glas av heimagjørdum bláberjasaft omaná, sum sambært honum skal vera so gott fyri heilsuna.

Kiev
Ukrainski høvuðsstaðurin og fólkið er ein samanrenning av gamla sovjet og moderniseraða Evropa. Sum vitjandi merkist einki til, at landið er krígsrakt. Fólkini eru fyrikomandi og glað, men tá spurt verður inn til støðuna í eysturukraina, fær ein beinavegin ábending um, at støðan millum Kiev og Moskva er spent, og at tey halda seg vera kroyst millum vesturheimin og Russland.

Eitt framúr ferðamál
Kiev er einki París ella Rom; nei tað er áhugaverdari. Ferðavinnan í Ukraina lá um 20 milliónir ferðandi áðrenn 2014, men síðan stríðið brast á um Krimhálvoynna, er ferðatalið minkað við meira enn einari helvt. Tað ger tað kanska eisini meira serligt og spennandi at spáka runt í Kiev sum útlendingur, tí tú møtir at kalla bara lokalum fólki.

Í Ukraina kostar alt púrasta einki, samett við, hvat vit eru von við. Tildømis kostar ein stórur kafe latte áleið níggju krónur og tað sama ger ein hálvur litur av øli. At koyra í hýruvogni gevur næstan ringa samvisku. Ein túrur á áleið 20 minuttir liggur um 25 krónur.

Undirritaða viltist til gongu í dag, men tíbetur gjørdi eg tað. Eg endaði undir jørð, har ein ørgrynna av sølubásum vóru við alskyns vørum. Har fekk eg ikki bara keypt ymiskt, men eg fekk eisini størri vitan um um lagnuna við Tjernobyl. Ein býur, sum einaferð brúsaði av lívi, men sum í dag er ein spøkilsisbýur – ein býur uttan íbúgvar. Tjernobyl er uttan iva vert eina vitjan, men sum tíverri ikki verður tíð til á hesum sinni.

Dysturin móti Ukraina
Í dag klokkan 17.00 føroyska tíð, skulu føroysku stríðsmenninir royna seg móti stóru og sterku monnunum hjá Ukraina í tjóðarleikhøllini í Kiev.

Vit mugu ásanna, at tað verður ein ógvuliga trupul uppgáva. Tað verður Dávid móti Goliat, men okkara leikarar eru ágrýtir og við góðum vilja ber til at koma langt.

 

 

 

 

Dystur í dystinum

15. juni 2019

Dysturin móti Danmark kann fáa týdning fyri, hvørja kapping Føroyar skulu taka lut í í 2021. 

Munurin var trý mál

13. juni 2019

Føroyar taptu 21-24 fyri Montenegro í næstseinasta dysti í EM-undankappingini. 

Farum Arena tekur skap

12. juni 2019

Tað hevur verið stákast og gjørt klárt síðan tíðliga í morgun í dystarhøllini, Farum Arena, til heimadystin hjá Føroyum í annaðkvøld.