Finalistarnir hjá U-liðunum

Stóra steypavikuskiftið í hondbólti nærkast. Heili 12 finalur skulu avgreiðast yvir tveir dagar.

Øll finaluliðini hjá barna- og ungdómsliðunum eru nú funnin, og klokkutíð er ásett til tær ymsu finalurnar.

H71 er best mannað við sjey liðum, Neistin hevur fimm, VÍF og Kyndil hava hvør síni trý lið og StÍF er umboðað við tveimum liðum.

Tvey feløg afturat hava møguleika at vinna seg Faxe Kondi finalurnar, nevnliga kvinnuliðið hjá Stjørnuni og mansliðið hjá KÍF.

Dystarskrá
Leygardagur 23. februar
Kl. 13.30 Kvinnur
Kl. 16.00 Menn
Kl. 18.00 G18: Neistin – Kyndil
Kl. 19.30 D18: Neistin – StÍF

Sunnudagur 24. februar
Kl. 12.50 G10: VÍF – H71
Kl. 13.30 D10: Neistin – H71
Kl. 14.10 G12: VÍF – Kyndil
Kl. 15.00 D12: H71 – Kyndil
Kl. 15.50 G14: H71 – Neistin
Kl. 16.50 D14: VÍF – H71
Kl. 17.50 G16: H71 – Neistin
Kl. 19.25 D16: H71 – StÍF

Framúr dystur av Føroyum

14. apríl 2019

Føroyar taptu tepurt fyri Ukraina. Úrslitið var 26-27.

Klárt til stóra brakið

12. apríl 2019

Karmarnir eru av teimum bestu, tá føroyska manslandsliðið skal í eldin móti Ukraina í Royal Arena í Keypmannahavn.

Taptu fyrra dystin móti Ukraina

10. apríl 2019

Føroyar taptu við ellivu málum móti Ukraina í Kiev í kvøld. Úrslitið var 30-19.