Fingu ikki fatur á litavum

A-landsliðið hjá monnum hevði tað trupult móti Litava í dag. Úrslitið gjørdist eitt 36-25 tap, eftir 18-12 í hálvleikinum.

Føroyska liðið byrjaði dystin hampuliga væl og komu til fleiri góðar kjansir, men heldur illa varð brent fyrstu løtuna. Verjan hevði tað tó trupult at halda litavunum í longri løtur á gangin. Litavar vóru bæði væl vaksnir, sterkir og flytførir og høvdu okkara trupult við at halda teimum mann móti manni. Álopsspælið var sum heild gott, men at okkara brendu nakrar fleiri møguleikar, gjørdu yvirtrakk og brendu brotskast í hinum endanum, gjørdi at tað var trupult at nærkast litavisku leiðsluni.

Føroyska liðið hevði eina vánaligu byrjan uppá seinna hálvleik og dragnaði enn meira. Men lá munurin um tey 10 málini ta mesta av seinna hálvleiki. Í tí stóra heila var álopsspælið á góðari leið, men heldur nógvir møguleikar brendir. At teir skoraðu 36 mál sigur nakað um verjupartin, sum skal betrast um vit skulu klára okkum móti hægri styrkismettu tjóðunum.

Føroyar spæla í morgin kl. 14.00 móti Slovakia, sum í dag vann 22-16 móti vertunum úr Luksemborg.

Støðan í bólkinum sæst her:
http://eurohandball.com/wch/men/2021/round/2/Qualification+Europe

Málskjúttar:
Niklas Selvig 6, Peter Krogh 5, Jónas Gunnarson Djurhuus 4, Kjartan Johansen 4, Rógvi Dal Christiansen 2, Rói Berg Hansen 2, Rókur Akralíð 1, Hilmar Leon Jakobsen 1.

Málverjar:
Nicholas Satchweel 25 % (50 min)
Tóraldur Kollsker 25 % (10 min)

Dystargongdin:
5 min: 1-3
10 min: 4-6
15 min: 7-8
20 min: 10-13
25 min: 12-15
35 min: 21-14
40 min: 25-18
45 min: 27-21
50 min: 30-21
55 min: 33-23

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.