Finnland – Ísrael 28-24

Einki er avgjørt undan dystinum í morgin millum kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Ísrael.

Finnland vann í dag 28-24 á Ísrael. Hetta merkir, at enn kunnu øll liðini koma víðari úr bólkinum. Føroyar hevur nokk við javnleiki, men tapa Føroyar, verður roknað eftir innanhýsis málmuni millum øll trý liðini. Vinnarin av bólkinum fær pláss í EM-undankappingini í bólki saman við Danmark, Rumenia og Eysturríki.

Føroyar og Ísrael spæla kl. 16.00 í morgin, sunnudagin, í Høllini á Hálsi. Dysturin sæst í KVF, kann stroymast á live.hsf.fo, ehftv.com, um tú býr uttanlands og hartil sigur FM1 frá dystinum.

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.