Finnland vann við tveimum

A-landsliðið við monnum tapti í dag seinna dystin móti Finnlandi. Úrslitið var 27-25.

– Vit eru ónøgdir við úrslitið, men vit hava fingið nógv burtur úr túrinum, sum vit kunnu gangnýta til fyrireikingarnar móti Montenegro og Danmark seinni í mánaðinum, sigur Sonni Larsen, landsliðsvenjari.

Tað gekk javnt á í fyrra hálvleiki, har liðini fylgdust mál um mál. Í løtum vóru Føroyar á odda við einum máli og í løtum Finnland.

Síðstu 10 minuttirnar øktist munurin. Føroyar brendu nakrar upplagdar møguleikar og fingu eina útvísing. Tá farið verður til hálvleiks er støðan 15-12 til Finnland.

Seinni hálvleikur byrjaði ógvuliga illa við at Føroyar fingu eina útvísing, samstundis sum finnar fingu brotskast. Finnland helt frástøðu á trý- og fýra mál og dysturin gjørdist tí ongantíð spennandi. Síðstu minuttirnar megnaðu føroysku leikararnir at minka um munin til tvey mál, men tá var ov seint.

Málskjúttar: Peter Krogh 7, Jónas Djurhuus 4, Fríði Weyhe 4, Rói Berg Hansen 2, Rókur Akralíð 2, Vilhelm Poulsen 2,  Brandur Halgirsson 1, Helgi Hoydal 1, Vilhelm Vilhelmsen 1, Hans Eli Sigurdbjørnsson 1.

 

Teir næstbestu hjá Kyndli eru víðari

7. desember 2018

Nú er greitt, hvørji lið skulu spæla í Faxe Kondi kappingini.

Eitt gott heildaravrik

3. desember 2018

Føroyar taptu 23-19 móti Sveis í sínum triðja og síðsta HM-undankappingardysti.

Føroyafjepparar til landsdyst

2. desember 2018

Føroyar! Føroyar! varð rópt á hálvbrotnum føroyskum.