Finnur Hansson hjálparvenjari hjá A-kvinnum

Finnur Hansson er settur sum hjálparvenjari hjá A-landsliðnum hjá kvinnunum. Hann avloysir Julian Johansen, sum hevur virkað sum fyribils hjálparvenjari.

Finnur skal røkja starvið saman við høvuðsvenjaranum, Dragan Brljevic. Finnur er kent andlit í føroyskum hondbólti. Finnur er 41 ára gamal og íslendingur, men hevur búð í Føroyum í meira enn 20 ár og hevur myndað føroyskan hondbólt, bæði sum leikari í fremstu deildini, á føroyska manslandsliðnum og seinnu árini eisini sum venjari.

A-landsliðið hjá kvinnum skulu spæla EM-undanundankapping á heimavølli móti Finnlandi tann 4. juni og móti Ísrael tann 6. juni.

HM-lutakast hjá kvinnum

27. juni 2022

Mikudagin kl. 10.00 verður lutakastið til HM-undankappingina hjá kvinnum.

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.