Fleiri enn 500 børn og ung tilmeldaði til Faroe Islands Handball Cup í Vági

Í august verður hondbóltskappingin Faroe Islands Handball Cup á fyrst sinni í Vági. Og nú tilmeldingarfreistin er farin eru tað meldaði 59 lið til kappingina og tilsamans fleiri enn 500 børn og ung, sum koma til Vágs at kappast í døgunum 3. til 5. august.

Fyrireikararnir skriva soleiðis:

Karmarnir í Vági eru í topp. Spælt verður í Marghøllini og Vágs Høll. Fríløturnar fara vit millum annað at brúka saman í Páls Høll, Marghøllini og í miðbýnum í Vági, har stór telt verða sett upp og møguleikin verður at njóta løturnar saman við øllum hinum ungu, sum vitja í Vági í samband við hondbóltskappingina.

Fyrireikingarnar til kappingina eru komnar væl áleiðis og skráin fyri kappingina og fyri dagarnar í Vági verður tøk í næstum og frætta tilmeldaði liðini meiri um hetta tá.

Vit eru sera fegin um stóra áhugan fyri kappingini og gleða okkum til at taka ímóti leikarum, venjarum og øllum fjepparunum, sum koma til Vágs at heppa á teirra lið.

European Cup hondbóltur í Vestmanna

29. november 2023

Komandi vikuskiftið verða tveir spennandi European Cup dystir í Vestmanna, tá mansliðið hjá VÍF fær vitjan av SSV Brixen úr Italia.

Byggja víðari saman við Búsetri

27. november 2023

Hondbóltssambandið og byggivirkið Búsetur hava longt sponsorsamstarvið, har fyritøkan verður verandi ein av sjónligu stuðlunum hjá HSF fram til 2026.

U20-kvinnur: Tepurt tap fyri vertunum

25. november 2023

Talan gjørdist eisini um tap í fjórða og seinasta HM-undankappingardystinum hjá føroysku U20-kvinnunum. Føroyar taptu 30-28 fyri vertunum úr Serbia, eftir at hálvleiksstøðan var 17-13 til Serbia.