Fleiri børn spæla hondbólt

Fleiri børn enn nakrantíð spæla hondbólt. Kappingarárið 2018/19 eru 152 ungdómslið tilmeldaði. Tað eru fimm lið fleiri enn í fjør, sum eisini setti met við seks fleiri liðum enn árið fyri.

Harumframt vóru 42 lið við til fyrstu U8 kapping í ár, sum eisini eru fleiri lið enn í fjør. U8 verður skipað sum ein kapping fyri seg, og dystirnir verða ikki gjørdir upp í málum og stigum.

Tað merkir, at áleið 1900 børn og ung í aldrinum sjey til 18 ár spæla hondbólt í ár.

– Tað er ilt at siga júst hví áhugin hjá børnum at spæla hondbólt økist hvørt ár, men eg vænti, at tað er ein blandingur av, at feløgini leggja størri orku í barnaliðini, HSF ger meira burturúr U-kappingunum, okkara landslið fáa alsamt betur altjóða úrslit, ið skapar størri áhuga, samstundis sum fólkatalið í Føroyum er vaksið, sigur Ári Rouch frá HSF, ið leggur kappingarnar til rættis.

Størsti bólkurin er U10, har heili 49 lið eru við – 28 dreingjalið og 21 gentulið.

Tað hugaliga er at síggja, at fleiri av teimum smærru feløgunum hava fleiri luttakandi lið í ár, eitt nú VB, sum er farið úr seks liðum í fjør upp í átta lið í ár.

Samanlagt við vaksnamannadeildunum, eru 183 lið frá 13 feløgum tilmeldaði til landskappingarárið 2018/19, umframt 42 U8-lið.

 

 

 

 

Atgongumerki til Norðurmakedonia – Føroyar

26. mars 2024

Stórur áhugi er fyri útidystinum hjá manslandsliðnum í HM-undankappingini móti Norðurmakedonia sunnudagin tann 12. mai í Skopje.

U-landsliðini saman á páskum

25. mars 2024

Nú í páskavikuni savnast fleiri av okkara yngri landsliðum til venjingar. U08-kvinnur, U06-kvinnur og U06-menn eru saman og fyrireika seg til sínar ymsu uppgávur í summar.

Niðurlond, Føroyar, Ukraina og Kosovo

21. mars 2024

A-landsliðið hjá monnum kom í bólk 6 saman við Niðurlondum, Ukraina og Kosovo til EM-undankappingina til Euro 2026.