Flottur 21-19 sigur á Finnlandi

A-landsliðið hjá kvinnum stríddi seg til ein týdningarmiklan 21-19 sigur móti Finnlandi á Hálsi í dag.

Føroyska liðið fekk annars eina vánaliga byrjan uppá dystin. Spælið var trilvandi og fingu Føroyar bara tvey mál fyrstu tíggju minuttirnar, meðan Finnland fekk seks. Besta álopsvápnið var Marita Mortensen, sum helt Føroyar inni í dystinum við fleiri góðum skotum útifrá, meðan tað gekk strilti við at fáa breidd í føroyska spælið. Við til at fáa Føroyar innaftur í dystin, var eisini málverjin hjá Føroyum, Annika Fríðheim Petersen, sum hevði sera gott tak á skjúttunum hjá Finnlandi. Finnland fór til hálvleiks frammanfyri við einum máli, 10-9.

Føroyar kom eisini illa frá byrjan í seinna hálvleiki og komu afturum 13-9, áðrenn vend kom í. Betri glið kom á føroyska álopsspælið við bakketuni Marionnu Eystberg og systrunum Báru og Súnu Krossteig Hansen. Tær funnu hvørja aðra væl og fingu størri breidd í spælið, soleiðis at vengurnir sluppu betri framat. Durita Jojic fekk nøkur mál á høgra vongi og Guðrið Ellingsgaard skoraði eisini á vinstra. Verjan stóð nú væl, og var Annika Fríðheim Petersen sum ein múrur í málinum. Føroyar kom framum við tveimum, áðrenn Finnland minkaði tveir minuttir fyri tíð. Tað var sera spennandi seinastu minuttirnar, men Finnland megnaði ikki at koma nærri og sleyg Marianna Eystberg sigurin fastan, tá hon skoraði til 21-19 í seinastu sekundunum.

Leygardagin kl. 18.00 møtast Ísrael og Finnland og kann dysturin stroymast á live.hsf.fo, um man býr í Føroyum. Uttanlands kann dysturin stroymast á EHFTV.com. Sunnudagin kl. 16.00 verður avgerðandi dysturin millum Føroyar og Ísrael, um hvør kemur í bólkaspælið til EM-undankappingina, har Danmark, Rumenia og Eysturríki bíða. Kringvarpið sendir dystin sunnudagin í sjónvarpinum.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Marianna Eystberg 4
Marita Mortensen 4
Durita C. Jojic 3
Bára K. Hansen 3
Súna K. Hansen 2
Bjarta Johansen 2
Pernille Brandenborg 2
Guðrið Ellingsgaard 1

Bjargingar:
Annika Fríðheim Petersen 48%

 

Nýggir landsliðsvenjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum

22. september 2022

Kristinn Guðmundsson og Mark Lausen-Marcher eru settir í starv sum venjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum. Her er talan um dreingir føddir í 2006 og 2007.

Intersport Night Cup 2022

21. september 2022

Nýtið heystfrítíðina aktivt – VÍF bjóðar aftur í ár øllum hondbóltstáhugaðum at luttaka í  ársins Intersport Night Cup. Kappingin verður fyri U10, U12 og U14 gentur og dreingir.

A-landsliðið hjá monnum úttikið

20. september 2022

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Porskær Møller, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undandystirnar móti Ukraina og Eysturríki, sum verða ávikavist 12. og 16. oktober.