FM-finaluliðini skulu finnast mikukvøldið

Spenningurin er í hæddini í FM-finalustríðnum.

Finalistarnir vórðu ikki funnir í 2. hálvfinalunum, ið vórðu spældar í gjár. Avgerðin fellur mikukvøldið, tá triðju og síðstu hálvfinalurnar skulu spælast.

H71 og VÍF hittast klokkan 18.30 í Hoyvíkshøllini, og Neistin og Kyndil bresta saman klokkan 20.30 í Høllini á Hálsi.

Triðja hálvfinalan skal avgerðast eins og tær undanfarnu. Stendur á jøvnum eftir vanliga leiktíð, verður longd leiktíð á tvær ferðir fimm minuttir. Er vinnari ikki funnin tá, skulu liðini út í brotskastkapping, har tey skjóta fimm brotskøst hvør. Stendur framvegis á jøvnum, skal brotskast skjótast, til dysturin er avgjørdur. 

Lutakastið til EM22-undankappingina

2. juni 2020

Um tvær vikur, týsdagin 16. juni kl. 16.00, verður lutakastið til komandi EM-undankappingina hjá monnum.

Felagsvenjing fyri kvinnulandsliðini

26. mai 2020

Í vikuskiftinum var felagsvenjing fyri kvinnulandsliðini hjá HSF. Talan er um A-landsliðið, U18 og U16, sum vóru savnaði í Høllini á Hálsi.

Faroe Islands Handball Cup í Vági

18. mai 2020

Í august í ár verður á fyrsta sinni skipað fyri stórari hondbóltskappingin í Vági undir heitinum Faroe Islands Handball Cup.