FM-finalutíðir

Í næstu viku byrja FM-finalurnar í hvonn- og FTZ-deildini. Fyrru finalurnar eru mikudag og seinnu leygardag. Møguligu triðju finalurnar eru sunnudag.

Hjá kvinnum hittast VÍF og Kyndil, meðan finalistarnir hjá monnum eru H71 og Neistin.

Finaluskráin:

Mikudagur 18. apríl kl. 18.00
Kyndil – VÍF
Høllin á Hálsi

Mikudagur 18. apríl kl. 20.15
Neistin – H71
Høllin á Hálsi

Leygardagur 21. apríl kl. 16.00
VÍF – Kyndil
Ítróttahøllin í Vestmanna

Leygardagur 21. apríl kl. 19.00
H71 – Neistin
Hoyvíkshøllin

Møguligu triðju finalurnar
Sunnudagur 22. apríl kl. 16.00
VÍF – Kyndil
Ítróttahøllin í Vestmanna

Sunnudagur 22. apríl kl. 19.00
H71 – Neistin
Hoyvíkshøllin

 

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.