Forkunnug vitjan av DHF

Hondbóltssambandið fær áhugaverda vitjan í vikuni, tá ítróttastjórin í danska hondbóltssambandinum, Morten Hendriksen, og aðalskrivari, Morten Stig Christensen, verða í Føroyum.

Teir báðir eru kendir í hondbóltsheiminum, og hava átt virknan leiklut í stóru framgongdini, sum hevur verið í donskum hondbólti.

Vit hava sett eina spennandi skrá saman, við onkrum fyri øll. Týsdagin 14. november fara teir báðir at hyggja at dystinum í FTZ-deildini, í høllini á Hálsi, millum Kyndil og H71.

Eftir dystin bjóða vit landsliðsvenjarum. venjarum í FTZ- og hvonn-deildini, høvuðsungdómsvenjarum og øðrum, í kantinuna í høllini, har Morten Henriksen fer at hava eina eftirmeting av tí, ið hann hevur sæð, og tað verður høvið at hitta teir.

Mikudagin 15. november fer Morten Henriksen, sum hevur áralangar royndir sum venjari, at hava venjing við okkara U15-dreingjum frá leikaramenningini, frá kl. 15.00 til 16.30, í Hoyvíkshøllini.

Hósdagin 16. november eru tvær spennandi framløgur í høvuðssætinum hjá BankNordik.

Kl 17.00 fer Morten Henriksen at hava fyrilestur fyri landsliðsvenjarum, venjarum í leikaramenningni, FTZ- og hvonn-venjarum, høvuðsungdómsvenjarum o.ø. um talent- og landsliðsarbeiðið hjá DHF.

Kl. 18.30 er fyrilestur fyri øllum áhugaðum, tá Morten Stig Christensen fer at greiða frá um DHF, danskan breiddar- og elituhondbólt, virðini o.m.a. Til ber at tekna seg til fyrilesturin her: www.banknordik.fo/HSF

Øll eru vælkomin.

 

Gleða okkum at síggja tykkum!

Nú byrjar Faxe Kondi kappingin

17. januar 2020

Hetta vikuskiftið byrjar Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum og monnum. Ungdómsliðini byrjaðu longu fyri jól og eru U18 finalistarnir longu funnir.

Føroya Tele stuðlar hondbóltinum

17. januar 2020

Hondbóltssambandið og Føroya Tele hava gjørt stuðulsavtalu og verður Føroya Tele nú ein av sjónligu stórstuðlunum hjá HSF.

Fyrsti sigur í HM-undankapping

12. januar 2020

Føroyar hava í dag vunnið sín fyrst sigur í einari HM ella EM-undankapping. Dysturin móti Luksemborg endaði 24 – 22, eftir 11-10 í hálvleikinum Luksemborg – í Luksemborg.