Forkunnugir venjarar í leikaramenningini

Um vikuskiftið verður triðja leikaramenning hetta kappingarárið. Hesaferð verður tað fyri børn fødd í 2004 og 2005.

Nakrir av fremstu venjarunum í Føroyum fara at standa fyri venjingunum. A-landsliðsvenjararnir, Sonni Larsen og Jeppe Borch, fara at venja dreingirnar og Dia Midjord genturnar.

Venjingarnar í leikaramenningini byggja á og fylgja føroyska leistinum og læruætlanini hjá HSF. Nakrir av fremstu venjarunum í Føroyum eru gestavenjarar. Harumframt eru fastir hjálparvenjarar knýttir at, umframt at fastir málverjuvenjarar eru til allar venjingarnar.

Hetta er fimta árið á rað, at HSF skipar fyri leikaramenning. Hesi árini hevur HSF ment og tillaga tilboðið, sum er ætlað sum eitt ískoyti til dagligu venjingina í feløgunum.

Leikaramenningin um vikuskiftið verður á Eiði. Umframt at venja, fara genturnar at hyggja á stórskíggja eftir landsdystinum hjá okkara kvinnulandsliði móti Litava.

 

 

Lutakastið til EM22-undankappingina

2. juni 2020

Um tvær vikur, týsdagin 16. juni kl. 16.00, verður lutakastið til komandi EM-undankappingina hjá monnum.

Felagsvenjing fyri kvinnulandsliðini

26. mai 2020

Í vikuskiftinum var felagsvenjing fyri kvinnulandsliðini hjá HSF. Talan er um A-landsliðið, U18 og U16, sum vóru savnaði í Høllini á Hálsi.

Faroe Islands Handball Cup í Vági

18. mai 2020

Í august í ár verður á fyrsta sinni skipað fyri stórari hondbóltskappingin í Vági undir heitinum Faroe Islands Handball Cup.