Forkvinnan heilsaði við røðu á Vaglinum

Seinnapartin í gjár var stórsligin móttøká á Ráðhústrappuni fyri U19-landsliðnum.

Forsetin í ÍSF, Elin Heðinsdóttir Joensen, forkvinna í Hondbóltsambandinum, Gunn Ellefsen, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, tóku ímóti og hildu røður. Havnar Hornorkestur spældi og fingu áhoyrarnir høvi at heilsa uppá leikararnar eftir røðurnar. Eftir hetta var farið inn í býráðshúsið, har eitt lítið ábit var til leikararnar saman við starvsnevndini hjá HSF.

Her er røðan forkvinnan í HSF, Gunn Ellefsen, helt á Vaglinum

Góðu leikarar, venjarar og hjálparfólk,

Hjartaliga, hjartaliga tillukku við tykkara megnar avriki.

Eg minnist prátið millum tykkum leikarar á vári 2019, tá fyrireikingarnar til European Open kappingina í Svøríki vóru í hæddini.

Tit høvdu sett tykkum væl og virðiliga inn í, hvørjum liðum, tit skuldu møta, og hóast hetta var fyrstu ferð, tit skuldu luttaka í einari altjóða kapping, og londini, sum tit skuldu spæla móti, vóru millum mætastu hondbóltstjóðir í heiminum, vóru tit sannførdir um, at um bara nøkur heilt fá viðurskifti fullu tykkara veg, so fóru tit at vinna kappingina.

Tit tosaðu ikki um at klára tykkum væl, at enda millum tey besta – nei, tit fóru fyri at vinna kappingina.

Stúrin um, hvussu stórt vónbrotið kundi fara at gerast, umhugsaði eg satt at siga, um tað ikki var mín skylda – sum eitt vaksi fólk við ávísum lívsroyndum – at fortelja tykkum, hvussu órealistiskt hetta í veruleikanum ljóðaði. Men, sum vit seinnu sóu, so var eingin orsøk at stúra.

Tit trúðu upp á tað. Tykkara venjarar trúðu upp á. Tit stríddust, og tað eydnaðist.

Illa nokk lendir aftur í Føroyum, fóru tit undir fyrireikingarnar til EHF Championship kappingina, sum tit nú hava luttikið í í Bulgaria.

Málið var at sleppa við til EM-endaspælið, og einasta møguliga atgongumerkið til EM-endaspælið var eitt gullheiðursmerkið í Bulgaria.

Fyri at vinna kappingina skuldu tit koppa fræg lond sum Bulgaria, Kekkia, Slovakia og ikki minst Hvítarusslandi.

Tit tóku eitt land og ein dyst í senn. Enn einaferð trúðu tit upp á tað, og hóast brekkan til tíðir var bæði drúgv og brøtt, so megnaðu tit tað enn einaferð.

Tit hava seinastu vikuna víst okkum, at tit, umframt at verða ómetaliga dugnaligir hondbóltspælarar, eisini eru fyrimyndarlig ítróttarfólk, sum duga at halda høvdið kalt, at stuðla hvørjum øðrum, og ongantíð at geva upp, fyrr enn alt er liðugt. Hetta eru vit sera errin av.

Tað skal ikki verða nøkur loyna, at tað er ómetaliga stuttligt at vera forkvinna í Hondbóltssambandinum í løtuni, tí framgongdin í føroyskum hondbólti tykist ongan enda at fáa.

Umframt okkara U19-dreingir hava eisini okkara U19- og U17-kvinnur luttikið í altjóða kappingum í summar. U19-kvinnurnar spældu seg í semifinaluna, meðan U17-kvinnurnar vunnu bronsuheiðursmerkir. Um bara marginalarnir høvdu farið eitt sindur meira okkara veg, so høvdu vit eisini tryggja okkum luttøku í endaspælinum á kvinnusíðuni.

Alt hetta er sjálvandi fyrst og fremst feløgunum at takka, tí tað eru feløgini, sum eru um okkara ungu leikarar í tí dagliga.

Úti í heimi undrast fólk á, hvussu tað ber til, at eitt lítið land sum Føroyar kann uppala so nógvar góðar hondbóltspælarar burturúr so lítlum tilfeingi.

Tá hugt verður eftir teimum størstu úrmælingunum í hondbólti, bæði her heima og úti í heimi, so hava tey øll eitt í felag, og tað er, at tey hava havt góðar umstøður til bæði at venja og at spæla hondbólt.

Tey hava havt atgongd til eina høll, har tey hava havt møguleika fyri at venja og spæla, eisini uttanfyri tær skipaðu venjingartíðirnar, tí tað er gjøgnum spæl og endurtøkur, at úrmælingar blíva til.

Um vit taka hesar U19-dreingirnar, sum vit heiðra í dag, so vil eg pástanda, at teir flestu hava verið meira í einari høll, enn teir hava verið heima tey seinastu 10 árini.

Vit í HSF vilja tí nýta hetta høvi til enn einaferð at heita á kommunurnar um at lata hallirnar verða atkomuligar. Latið ungdómin brúka hallirnar allar dagar í árinum, tíðliga sum seint, og eisini tá eingin skipað venjing er. Tí umframt at skapa eitt ótrúligt samanhald og góðan trivna millum ungdómin, fer hetta uttan iva eisini at skapa nakrar ótrúliga góðar hondbóltsspælarar.

Vit eru í dag ógvuliga tilvitaði um ta jaligu ávirkanina, sum ítróttur hevur á kropsligu og sálarligu heilsuna, rúsdrekkamisnýtslu, lógarbrot osfr. Umframt hesa eyðsæddu nyttuna, sum ítróttur hevur, er tað harnæst einki, sum á slíkan einfaldan hátt kann savna eina tjóð.

Tá okkara landslið dystast, verða allar ósemjur og ymiskleikar lagdar til viks, og ta løtuna draga vil øll somu línu. Slíkar løtur eru avgerandi fyri felagsskapskensluna í einum landi.

Líka so nógv, sum fólkið, sum her býr, hevur tørv á savnandi landsliðsvirkseminum, líka so stóran tørv hava okkara ítróttarfólk tørv á fólkinum, sum her býr, tá landsdystir verða spældir – serliga á heimavølli.

Tað frøir okkum tí, at tað nú loksins fyriliggja ítøkiligar ætlanir um at byggja eina stórhøll innanfyri heilt stutta tíð.

At enda vil eg takka Tórshavnar kommunu fyri at skipa fyri hesari móttøkuni. Somuleiðis skal eg takka kommununi fyri tann stuðulin, sum kommunan letur Hondbóltssambandi Føroya í tí dagliga, og tá landsdystir verða spældir í kommununi.

Eg má sjálvandi eisini nýta høvi til at takka øllum okkara stuðlum, harundir okkara høvuðsstuðli BankNordik og teimum stóru landsliðsliðsstuðlunum – Mowi, Varðanum, Atlantic Airways, Effo, Smyril Line og Wenzel. Flestu av okkara stuðlum hava verið við heilt frá byrjan, og hava hesar fyritøkurnar tí verið púra avgerandi fyri menningina av føroyskum hondbólti.

Nú er bara eftir at siga, at vit gleða okkum til at síggja tykkum øll í tí nýggju stórhøllini, har vit saman kunnu taka dystin upp við hini londini um at gerast millum heimsins bestu hondbóltstjóðir.

Tað ljóðar kanska eitt sindur óveruleikakent, men tað hevur til nú ikki víst seg at verða nøkur forðing.

 

Kvinnulandsdystur á Hálsi 10. oktober

17. september 2021

Talan verður um vitjan av ovastu hondbóltsrók, tá kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Danmark bresta saman.

Kvinnulandsliðið er úttikið

14. september 2021

Landsliðsvenjararnir, Dragan Brljevic og Finnur Hansson, hava úttikið hesar leikarar til EM-undandystirnar móti Rumenia og Danmarki  6. og 10. oktober.

Nú byrjar SMS- og Burn-kappingin

10. september 2021

Komandi vikuskiftið, leygardagin 11. og sunnudagin 12. september, verða fyrstu dystirnir í SMS- og Burn-kappingini kappingarárið 2021-22.