Føroya Tele og HSF longt avtalu

Hondbóltssambandið og Føroya Tele hava longt verandi stuðulsavtalu, og verður Føroya Tele verandi ein av sjónligu stuðlunum hjá HSF í 2021. Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, og Eva Skeel Nolsøe, HR- og marknaðarstjóri hjá Føroya Tele, hittust í gjár í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík, har sáttmálin varð undirskrivaður.

– Vit í Føroya Tele vilja gjarna vera við til at stimbra hondbóltsítróttina eftir eitt skert ár í 2020. Vit hava øll saknað tiltøkini í hallunum og at kunna fylgja føroysku landsliðunum í altjóða dystum. Vit hava tó sæð HSF verið virkið á øðrum mótum við nýskapandi og spennandi loysnum, og síggja vit saman ljóst upp á 2021, sigur Eva Skeel Nolsø

– Vit fegnast um, at Føroya Tele heldur fram sum stuðul hjá hondbóltinum. 2020 var eitt avbjóðandi ár fyri ítróttina, har virksemið var avmarkað orsakað av korona. Tess størri er tó týdningurin av at hava góðar stuðlar í rygginum, nú vit vónandi ressast aftur í 2021 og eru vit við gott mót, viðmerkir Gunn Ellefsen.

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.