Føroyar bastu Estlandi

So hildnaðist aftur hjá føroyska U20-landsliðnum, sum seinnapartin vann á Estlandi í sínum fjórða dysti í EM-kappingini í Makedonia. Føroyar vunnu ein tepran sigur, 20-19.

Liðini fylgdust allan dystin á tamb og ongantíð vóru meira enn tvey mál á muni. Tá farið var til hálvleiks var støðan 11-10 til Estland.

Tað gingu átta minuttir til hol kom á málskjótingina í seinna hálvleiki. Verjurnar í báðum endum vóru stinnar, samstundis sum málverjarnir stóðu væl, serliga Hørður Trygvason í føroyska málinum, ið hevði fleiri framúr bjargingar. Tað var eisini hoyvíkingurin, sum endaði við at gerast dagsins maður og tryggja Føroyum sigurin. Føroyar høvdu nevnliga tvær útvísingar í síðstu minuttunum, samstundis sum Estland fór í álop og hevði møguleika at javna, men við góðum málmansspæli frá Hørði, bleiv sigurin føroyskur.

Eftir dystin varð Hørður Trygvason valdur til dagsins leikara.

Hósdagin skulu Føroyar hitta Hvítarussland, sum er sterkasta liðið í bólkinum. Tvey lið úr hvørjum bólki spæla seg víðari til fjórðingsfinalurnar. Føroyar skulu vinna á Hvítarusslandi, fyri at tryggja sær víðari luttøku í EM-kappingini. Ein annar lítil møguleiki er til staðar, um Føroyar og Hvítarussland spæla javnt, men tá skal Grikkaland vinna á Finnlandi og Litava og Estlands skulu spæla javnt.

Málskjúttar:
Bartal Klein Olsen 5
Brandur Halgirsson 3
Niklas Hanusarson 3
Vilhelm Poulsen 3
Bergur Ákason 2
Høgni Zachariassen 2
Hallur Arason 1
Leivur Mortensen 2

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.