Føroyar bukaðu Litava

Við einum megnar avriki eydnaðist tað føroyska kvinnulandsliðnum at vinna á Litava í HM-undankappingardysti í Sveis í dag. Føroyar vunnu 25-21.

Tað sást frá dystarbyrjan, at tað var ein heilt annar andi yvir hópinum, enn tá liðið trein á vøllin móti Finnlandi í gjár.

Litava var stórfavorittur undan dystinum, men føroysku kvinnurnar vildu tað øðrvísi.

Føroyar fingu eina dreymabyrjan og løgdu seg á odda 3-1. Stóru og tungu litavarnir høvdu tað ógvuliga trupult at koma ígjøgnum føroysku verjuna og fáa bóltin framvið Viviann Petersen í føroyska málinum, og í álopinum riggaði næstan alt.

Tá farið var til hálvleiks var støðan 15-11 til Føroyar.

Góða gongdin helt fram í seinna hálvleiki. Føroysku leikararnir stríddust væl og tað lønaði seg. Litava fekk ikki sítt góða spæl at rigga og tað varð gagnýtt til fulnar av Føroyum.

Litava fekk prýtt nakað um úrslitið móti dystarenda og Føroyar vunnu við fýra málum.

Ein framúr stríðsvilji og eitt framúr avrik av føroysku leikarunum.

Málskjúttar:
Durita Christophersen 6
Súna Krossteig Hansen 4
Kristianna Henneberg Joensen 4
Ninna Johansen 4
Bára Krossteig Hansen 2
Turið Arge 2
Pernille Brandenborg 1
Bjarta Johansen 1
Marianna Geirsdóttir Eystberg 1

Fleiri enn 500 børn og ung tilmeldaði til Faroe Islands Handball Cup í Vági

3. juli 2020

Í august verður hondbóltskappingin Faroe Islands Handball Cup á fyrst sinni í Vági. Og nú tilmeldingarfreistin er farin eru tað meldaði 59 lið til kappingina og tilsamans fleiri enn 500 børn og ung, sum koma til Vágs at kappast í døgunum 3. til 5. august.

Lutakastið til HM-undankappingina hjá kvinnum

29. juni 2020

Mikudagin 8. juli kl. 14.00, verður lutakastið til komandi HM-undankappingina hjá kvinnum.

Online venjara- og dómaraskeið

19. juni 2020

IHF – Altjóða hondbóltssamgongan fer komandi mánaðin at skipa fyri einari røð av stytri online venjara- og dómaraskeiðum. Einhvør kann luttaka og tað einasta sum krevst er eitt gott internetsamband. Les meira um skeiðini og tilmelding her: IHF Live Online Symposium 2020_Programme