Føroyar drógu Slovakia, Litava og Luksemburg

A-landsliðið við monnum skal spæla móti Slovakia, Litava og Luksemburg í HM-undankappingini í vetur. 

Tað varð staðfest í lutakasti í Wien í Eysturríki fyri løtu síðan.

HM-undankappingin er eitt umfar, har liðini, ið ikki vunnu seg til EM-endaspælið næsta ár, skulu kappast. Í hesum umfarinum eru 15 lond, ið nú eru býtt í fýra bólkar. Vinnarin úr hvørjum bólki sleppur til annað umfar, sum er býtt í tveir partar, ið verða spældir sum “play off” dystir. Vinnarin av parti eitt, skal spæla móti einum av teimum aftastu liðunum frá EM-endaspælinum í 2020. Um hesin dystur verður vunnin, skal spælast móti einum av liðunum, sum skulu taka lut í undankappingini til Olympisku Leikirnar. Vinnarin av teimum dystunum vinnur sær atgongd til HM-endaspælið í Egyptalandi í 2022.

Hondbóltssamband Føroya skal nú í samráð við hini londini í bólkinum avgera, um dystirnir í vetur skulu spælast sum úti- og heimadystir ella um allir dystirnir skulu spælast á einum stað.

 

Ísland vann báðar seinnu dystirnar

3. august 2020

Ísland vann bæði U16- og U18-kvinnulandystin, sum vóru í Høllini á Hálsi í dag.

Vunnu hvør sín dyst

1. august 2020

Um vikuskifti eru ungdómslandsdystir millum Føroyar og Ísland í Høllini á Hálsi. Talan er um U16- og U18-kvinnulandsliðini, sum spæla vinadystir.

Stroyming: Føroyar – Ísland

31. juli 2020

Ungdómskvinnulandsdystirnir millum U16- og U18-landsliðini hjá Føroyum og Íslandi kunnu stroymast á youtube-síðuni hjá HSF.