Føroyar endaðu á fimta plássi

Við sigri á Makedonia í dag, vunnu Føroyar sær fimta plássið fyri U19-landslið hjá kvinnum í EM-kappingini, sum hevur verið hildin í Litava seinastu dagarnar. 

Føroyar vunnu 30-28.

Tað var annars Makedonia, sum kom betur frá byrjan og legði seg á odda við trimum málum. Føroysku leikararnir tóku sær um reiggj og í 13. minutti komu Føroyar uppá javnleik 6-6, og byrjaðu so smátt at draga frá.  Fyrri hálvleikur er nokk best spældi hálvleikur í hesi EM-kappingini hjá føroysku U19-kvinnunum. Hálvleiksttøðan var 16-10 til Føroyar.

Í seinna hálvleiki var føroyska liðið sum hamskift, tí brádliga var verjan illa skipað og álopsspælið riggaði heldur ikki. Tá leikararnir komu til skot, vóru tær ikki nóg neyvar. Munurin styttist niður í eitt mál, men síðstu løtuna fingu Føroyar tvey skjótálop, sum avgjørdi sigurin.

Eitt fimta pláss er eitt gott úrslit, men evnaríku leikararnir fingu ongantíð tað burturúr sum lið, sum tær annars meistra til vanligt. EM-kappingin hevur tó uttan iva givið øllum gentunum góðan lærdóm og royndir til framtíðina sum A-landsliðsleikarar.

Málskjúttar
Súna Krossteig Hansen 6
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 5
Marita Mortensen 5
Maria Halsdóttir Weyhe 4
Eva Barba Arge 4
Hjørdis Viðstein 2
Ingunn Kristina Persson 2
Beinta Lindberg Hansen 2

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.