Føroyar-Grønland beinleiðis í sjónvarpinum

Báðir dystirnir millum Føroyar og Grønland um vikuskiftið verða sjónvarpaðir. 

Dystirnir eru partur av fyrireikingunum hjá føroyska landsliðnum til EM-undankappingardystirnar, sum verða í apríl og juni móti Ukraina, Montenegro og Danmark.

Fyrri dysturin verður spældur í Høllini á Hálsi, leygardagin klokkan 20.00. Seinni dysturin verður sunnudagin í høllini í Vestmanna. Hann byrjar klokkan 17.00.

Kringvarpið vísir báðar dystirnar beinleiðis í sjónvarpinum. Somuleiðis kunnu dystirnir síggjast í grønlendska kringvarpinum.

Dystirnir kunnu eisini stroymast í HD-góðsku á kvf.fo.

Nú byrja steypadystirnir

21. januar 2019

Mikukvøldið eru fyrstu dystirnir í bólkaspælinum hjá monnum og kvinnum í kappingini um at koma í stóru Faxe Kondi finalurnar, sum verða 23. februar.

Góð leikaramenning í Vági

18. januar 2019

Síðsta vikuskiftið var leikaramenning í Vági fyri U13 og U14 við gentum og dreingum.

Aftur ein sannførandi sigur

13. januar 2019

Føroyar vunnu 29-19 á Grønlandi, tá teir í kvøld spældu sín seinna venjingardyst.