Føroyar í bólki við Slovenia og Turkalandi

HM-lutakast hevur verið í morgun fyri U20-kvinnur. Føroyar endaðu í bólki 7, saman við Slovenia og Turkalandi.

Føroyar vunnu fyrsta rætt at hýsa kappingini, Turkaland annan rætt og Slovenia triðja. Í næstum verður støða tikin til, um Føroyar verður vertur fyri kappingini, ið er 23. til 25. mars.

Sjálvt HM-endaspælið verður í Ungarn dagarnar 1. til 15. juli næsta ár.

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.