Føroyar í bólki við Sveis, Litava og Finnlandi

Fyri løtu síðan var lutakast til HM-undankappingina hjá kvinnum.

Føroyar endaðu í bólki tvey og skulu spæla móti Sveis, Litava og Finnlandi.

16 lond vóru í pottinum, sum vóru býtt í fýra bólkar.

Vinnarin av bólkaspælinum, umframt besti tveyarin, vinnur seg víðari til “playoff dystir”, um at ogna sær luttøku í HM-endaspælinum, ið verður í Japan í desember í 2019.

Føroyar eru styrkismettar á sama støði sum Litava, meðan Sveis er styrkismett á einum støði hægri og Finnland á einum støði lægri.

Føroyar spældu móti Finnlandi fyrraárið og tá vunnu Føroyar. A-landsliðið við kvinnum hevur ongantíð spælt móti Sveis ella Litava fyrr.

Bólkaspælið
Bólkur 1: Slovakia, Kosovo, Ukraina, Ísrael
Bólkur 2: Sveis, Føroyar, Litava, Finnland
Bólkur 3: Ukraina, Italia, Grikkaland, Portugal
Bólkur 4: Turkaland, Ísland, Aserbadjan, Makedonia

 

 

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.