Føroyar, Ísrael og Finnland

Føroyska kvinnulandsliðið kom í bólk saman við Ísrael og Finnlandi til EM-undan-undan-kappingina. Føroyar vann eisini fyrsta rætt at hýsa kappingini.

Kappingin verður leikt vikuskiftið 4. – 6. juni og kemur vinnarin úr hvørjum bólki víðari til EM-undankappingina, har liðini sum eru hægri styrkismett bíða.

Bólkabýtið sær soleiðis út:
Bólkur A: Portugal, Kosovo, Luksemborg, Kýpros
Bólkur B: Grikkaland, Italia, Bosnia Hersegovina, Lettland
Bólkur  C: Føroyar, Ísrael, Finnland

Hetta er ikki fyrstu ferð, Føroyar møta hesum báðum londunum, tí tá ið føroyska kvinnulandsliðið í 2004 var til sína fyrstu Women’s Challenge Trophy-kapping í italska býnum, Mezzocorona, taldust bæði Ísrael og Finnland millum mótstøðuliðini. Í bólkaspælinum vunnu Føroyar 24-23 á Ísrael, eftir at Ísrael hevði verið á odda við fimm málum í hálvleikinum, og í hálvfinalunu vunnu Føroyar 31-30 á Finnlandi, tá ið tað stóð á jøvnum 25-25 eftir 60 minuttir og tað síðani gjørdist neyðugt við umdysti tvær ferðir, áðrenn sigurin var komin til høldar.

Í Challenge Trophy í 2008 taptu Føroyar greitt, 17-25, fyri Finnlandi

Í Challenge Trophy í 2010 taptu Føroyar eisini stórt 16-27 fyri Finnlandi, meðan okkara vunnu 32-23 móti Ísrael í Challenge Trophy í 2012

Í 2017 vunnu Føroyar 20-17 móti Finnlandi í EM-undankapping, meðan okkara taptu 22-19 til Finnland HM-undankappingina í 2018.

Kvinnulandsliðið styrkismett nr. 27 í Evropa

2. desember 2022

Næsta EM-endaspælið hjá kvinnum verður víðka frá 16 til 24 lið, á sama hátt sum EM-endaspælið hjá monnum er.

Bók um Elias

30. november 2022

Elias – ein hondbóltsstjørna, er heitið á nýggjari barnabók, sum Páll Holm Johannesen hevur skrivað.

Europeiskur hondbóltur á Hálsi

28. november 2022

Komandi vikuskiftið skulu H71-kvinnur spæla dystir í European Cup móti DHC Slavia Praha.