Føroyar móti Danmark

Føroyar eru í bólki við Danmark, Montenegro og Ukraina til EM-undankappingina hjá monnum, sum byrjar í heyst.

Lutakast um bólkaspælið var í norska býnum Tróndheim í kvøld.

Dystirnir skulu spælast í oktober í ár og apríl og juni í 2019. Fyrsti heimadystur hjá Føroyum er móti Danmark, síðst í oktober.

Stóra avbjóðingin er, um Føroyar sleppa at spæla á heimavølli ella um heimadystirnir skulu spælast uttanlands. Evropeiska hondbóltssambandið hevur nevnliga boðað frá, at Høllin á Hálsi, ið vanliga hýsir landsdystum, ikki livur upp til altjóða krøv og tí ikki verður góðkend til EM-undankappingina hjá monnum. Meira verður at frætta um støðuna seinni.

Bólkarnir:
Bólkur 1: Týskland, Pólland, Ísrael, Kosovo
Bólkur 2: Kroatia, Serbia, Sveis, Belgia
Bólkur 3: Makedonia, Ísland, Turkaland, Grikkaland
Bólkur 4: Slovenia, Niðurlond, Lettland, Estland
Bólkur 5: Hvítarussland, Kekkia, Bosnia-Hersegovina, Finland
Bólkur 6: Frakland, Portugal, Litava, Rumenia
Bólkur 7: Ungarn, Russland, Slovakia, Italia
Bólkur 8: Danmark, Montenegro, Ukraina, Føroyar

 

European Cup hondbóltur í Vestmanna

29. november 2023

Komandi vikuskiftið verða tveir spennandi European Cup dystir í Vestmanna, tá mansliðið hjá VÍF fær vitjan av SSV Brixen úr Italia.

Byggja víðari saman við Búsetri

27. november 2023

Hondbóltssambandið og byggivirkið Búsetur hava longt sponsorsamstarvið, har fyritøkan verður verandi ein av sjónligu stuðlunum hjá HSF fram til 2026.

U20-kvinnur: Tepurt tap fyri vertunum

25. november 2023

Talan gjørdist eisini um tap í fjórða og seinasta HM-undankappingardystinum hjá føroysku U20-kvinnunum. Føroyar taptu 30-28 fyri vertunum úr Serbia, eftir at hálvleiksstøðan var 17-13 til Serbia.