Føroyar taptu fyri Finnlandi

U20 landsliðið við monnum tapti seinnapartin fyri Finnlandi í sínum triðja EM-kappingardysti í Makedonia. Úrslitið gjørdist 29-24.

Føroyar fingu eina góða byrjan og lógu á odda 20 minuttir inn í dystin, men so vendist gongdin. Tá farið var til hálvleiks, var støðan 14-13 til Finnland.

Tað kom stígur í hjá Føroyum og finnar løgdu seg á odda við fýra málum og hildu fýramálsleiðsluni at kalla allan seinna hálvleik. Serliga gekst illa í verjuni, har bakkarnir hjá Finnlandi komu í so lætt til skot. Tá føroyingarnir komu til skot, bjargaði finski málverjin.

Føroyar skulu í morgin royna seg móti Estlandi. Dysturin byrjar klokkan 11.00 føroyska tíð.

Málskjúttar:
Høgni Zachariassen 9
Vilhelm Poulsen 5
Hallur Arason 4
Brandur Halgirsson 3
Bergur Ákason 1
Leivur Mortensen 1
Bartal Klein Olsen 1

HM-lutakast hjá kvinnum

27. juni 2022

Mikudagin kl. 10.00 verður lutakastið til HM-undankappingina hjá kvinnum.

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.