Føroyar taptu fyrsta EM-dystin

U18-landsliðið við monnum tapti í morgun fyri Luksemburg í sínum fyrsta dysti í EM-kappingini í Georgia, sum er farin av bakkastokki í dag. Hetta er eisini fyrsti landsdystur nakrantíð hjá fleiri av føroysku spælarunum. 

Føroyar byrjaðu væl og løgdu seg á odda beinavegin við tveimum málum og lógu á odda til 9-7. Eftir støðuna 11-11 dróg Luksemburg frá. Føroyingarnir brendu opnar møguleikar, men serliga stóð illa til í verjuni, sum mótstøðumenninir runnu um koll. Tá farið var til hálvleiks var støðan 12-18.

Í seinna hálvleiki stóð verjan nakað stinnari, og við 16 ára gamla Eliasi á Skipagøtu sum støðuga hóttan í álopinum, megnaðu Føroyar at halda málmuninum. Endaliga úrslitið varð 26-32.

Elias á Skipagøtu varð valdur til dagsins leikara eftir dystin.

Føroysku U18-leikararnir iðra seg óiva um seinnu hálvu av fyrra hálvleiki. Í morgin hava teir møguleika at rætta ryggin, tá teir skulu spæla móti Estlandi.

Málskjúttar:
Elias á Skipagøtu, 10
Hákun Vest av Teigum, 4
Pauli Mittún, 3
Julian Kragesteen, 3
Martin Danielsen, 2
Dánjal Ragnarsson, 1
Sakaris Aviano Sakarisson, 1
Ivan Mrdalo, 1
Høgni Fríðuson Gaard, 1

 

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.