Føroyar víðari til EM-undankappingina

Føroyska kvinnulandsliðið vann avgerandi dystin móti Ísrael 29-25 og er harvið komið víðari til EM-undankappingina.

Sigurin merkir, at Føroyar er komið í bólk 2 saman við Danmark, Rumenia og Eysturríki. Liðini koma at leika ein úti- og ein heimadyst í oktober, mars og apríl.

Føroyska liðið var sera tendrað og byrjaði dystin sera væl og komu fram um 7-2. Turið Arge Samuelsen var flúgvandi fyrstu løtuna og skjeyt hon fýra av teimum fyrstu seks málunum. Ísrael spældi seg spakuliga inn í dystin og var tað serliga Shira Eden Vakrat, sum var vandamikil. Hon skeyt heili 11 mál í dystinum. Føroyar hevði eina góða løtu móti endanum av fyrra hálvleiki og fóru  til steðgin frammanfyri 15-11.

Dysturin kendist í tryggum føroyskum hondum, men um miðjam seinna hálvleik mistu okkara tamarhaldið eina løtu. Føroyar var frammanfyri 22-15, men eftir seks minuttir stóð 22-21 á máltalvuni. Verjan hekk ikki saman hesa løtuna og brendu okkara í hinum endanum. Eftir eitt time-out fingu venjararnir tó rætta uppá tingini. Føroyar vann seg fram um aftur við nøkrum málum og hildu til dystarlok.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Bára Krossteig Hansen 7
Turið Arge Samuelsen 5
Marianna Geirsdóttir Eystberg 4
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 4
Bjarta Osberg Johansen 3
Súna Krossteig Hansen 2
Maria Halsdóttir Weyhe 2
Durita Christophersen Jojic 1
Guðrið Ellingsgaard 1

Nú byrjar Faxe Kondi kappingin

18. januar 2022

Komandi 5 vikurnar fara menn og kvinnur at kappast í Faxe Kondi steypakappingini. Byrjað verður í kvøld í Klaksvík við dysti millum Team Klaksvík og Neistan.

Vunnu HM-undankappingarbólkin

17. januar 2022

Føroyar er víðari í HM-undankappingini hjá monnum eftir ein tryggan 26-19 sigur á Lettlandi.

Sigur á Italia eftir drama á Hálsi

16. januar 2022

Føroyar eru við í kappingini um víðari luttøku í HM-undankappingini eftir ein sera dramatiskan eitt-málssigur á Italia, 27-26.