Føroyar vunnu á Kosovo

U19-landsliðið við kvinnum vann seinnapartin ein tepran sigur á Kosovo. Úrslitið var 23-22.

Tað gekk javnt á at kalla allan dystin, men tað vóru Føroyar, ið høvdu leiðsluna tað mesta av dystinum. Tað vóru ongantíð meira enn tvey mál á muni.

Kosovo átti síðsta álopið og høvdu møguleika at javna, men Føroyar vardu væl fyri og vunnu dystin við einum máli.

Málskjúttar
Súna Krossteig Hansen 6
Maria Halsdóttir Weyhe 6 (1)
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 4
Ingunn Kristina Persson 2
Sólja B. Poulsen 2
Hjørdis Viðstein 1
Karin Skylv Midjord 1
Sólbjørt Høj 1

 

 

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.