Føroyar vunnu greitt á Georgia

Føroysku U19-kvinnurnar skulu spæla um fimta plássið í EM-kappingini í Litava. Tað gjørdist greitt, eftir at Føroyar vunnu sannførandi á Georgia í dag. Úrslitið var 31-21. 

Tað sást frá fyrsta bríksli, at Føroyar vóru eitt sterkari lið enn Georgia. Føroysku leikararnir komu lættliga til skot og eisini stóð føroyska verjan væl. Tá farið varð til hálvleiks, førdu Føroyar við sjey málum.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki kom stígur í hjá Føroyum. Nógv skot vórðu misnýtt og nógv bendi á einu løtuna, at føroysku leikararnir ,eins og í dystinum móti Turkalandi, høvdu mist tamarhaldið á støðuni. Frá at hava verið 11 mál á muni, minkaði Georgia um munin niður í fýra mál.

Maria Halsdóttir Weyhe varð sett inn á vøllin og tað vísti seg beinavegin at muna. Við sínum góða skotarmi, fekk hon økt um leiðsluna aftur, og sigurin koma ongantíð aftur í vanda.

Dysturin um fimta plássið er móti Makedonia og er í morgin klokkan 11.00 føroyska tíð. Dysturin kann síggjast á ehftv.com.

Málskjúttar
Maria Halsdóttir Weyhe 8
Hjørdis Viðstein 5
Marita Mortensen 4
Súna Krossteig Hansen 3
Karina Berg Høgnesen 3
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 3
Ingunn Kristina Persson 2
Eva Barba Arge 1
Karina Eysturtún Rubeksen 1
Sólja Bárðardóttir Poulsen 1

Neon Cup – hondbóltur í myrkri

2. desember 2019

Leygardagin 27. desember verður forvitnislig hondbóltskapping í Hoyvíkshøllini.

Margrið eygleiðari til HM í Japan

27. november 2019

Margrið Weihe skal verða altóða eygleiðari til HM hjá kvinnum, sum verður í Japan í tíðarskeiðnum 30. november til 15. desember.

Tvey greið tap fyri Íslandi

25. november 2019

Kvinnulandsliðið leikti í vikuskiftinum tveir venjingardystir móti Íslandi í Hafnafirði. Báðir dystirnir endaðu við greiðum tapi.