Føroysku U18-kvinnurnar skulu til HM-endaspælið í summar

Tað er nú greitt, at føroysku U18-kvinnurnar skulu til HM-endaspælið í Norðurmakedonia, sum verður leikt í tíðarskeiðnum 30. juli – 10. august.

Føroysku kvinnurnar vóru upprunaliga ikki kvalifiseraðar til kappingina, men við tað at Russland er útihýst úr altjóða hondbólti í løtuni, og at korona hevur argað undankappingar uttanfyri Europa, er Føroyar næst í røðini nú HM-plássini skuldu gerðast upp.

Føroyska U18-kvinnurnar stóðu seg somikið væl til EHF Championship kappingina í Georgia í 2021, har tær gjørdust nummar 3, at HM-plássið nú fellur í teirra lut. Tað var upprunaliga bert vinnarin av hesari kappingini, sum vann seg til HM, meðan nr. 2 skuldi spæla um HM-pláss móti liðið úr øðrum bólki í EHF-Championship kappingini. Nú er greitt at triðja landi í røðini eisini sleppur til HM.

Føroyska liðið spældi í EHF Championship kappingini javnleik móti Serbia, sigraði síðani á Estlandi og Italia í innleiðandi bólkaspælinum. Føroyska liðið tapti síðani hálvfinaluna tepurt fyri Hollandi, hareftir at liðið vann dystin um triðja plássið móti Ukraina. Hesin sigurin hevur nú víst seg at vera avgerandi í, at liðið nú skal til HM.

Hetta er aðru ferð í føroyskari hondbólssøgu, at Føroyar skal til eitt HM-endaspæl. Fyrru ferð var í 2017, tá føroysku U21-mennirnir vunnu seg til HM í Algeria, har teir gjørdist nr. 16 av 24 liðum.

Føroyar hevur nú trý ungdómslandslið, sum skulu kappast á ovastu rók í summar. U18- og U20-menn skulu til EM-endaspælið í ávikavist Montenegro og Portugal og nú U18-kvinnurnar eisini til HM-endaspælið í Norðurmakedonia.

Lutakastið til U18 HM-endaspælið verður 3. juni.

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.